Rakul Beinirsdóttir Poulsen skuldi í gjár til próvtøku, sum so nógv onnur í hesum døgum. Munurin er, at Rakul var við barn og sett at eiga í hesum døgum. Hon hevði tó sett sær fyri, at próvtøkan skuldi avgreiðast, áðrenn hon átti. Tað var kanska lættari sagt enn gjørt, tí týsmorgunin, áðrenn hon skuldi út á Fróðskaparsetrið, byrjaðu verkirnir. Men sum sagt, hon hevði sett sær fyri, at hon skuldi til próvtøku fyrst.
Rakul var heppin og fekk framskunda sína munnligu próvtøku til klokkan 10, og tað var fyri neyðini. Meðan hon var inni til próvtøku, gjørdust verkirnir sterkari og sterkari og so skjótt sum próvtøkan var liðug, skundaðu hon og sjeikurin sær út á Landssjúkrahúsið. Her var staðfest, at Rakul var farin at opna seg og at føðingin var farin í gongd. Hon var tí innløgd og gjørdi seg klára at eiga. Sjálvur barnsburðurin gekk heldur striltið, men kl 03.11 í nátt átti hon ein vælskaptan drong.
Og hvussu gekk við próvtøkuni? Hon fekk eitt 11-tal og kann í dag kalla seg bachelor í samfelagsfrøði. Tó gleðist hon nokk meiri um nýggja heitið “mamma.”