Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Tá ið tú og onnur við tær brúka halgubók sum alibi fyri tykkara meiningar og døming av menniskjum, so undrist eg, tí tit, sum sokallað kristin, hava sjálvsagt lisið hesar orðingar í halgubók:
Í tí, sum tú dømir annan fyri, fordømir tú jú teg sjálvan
Hyklari tín! Tak fyrst bjálkan út úr tínum egna eyga
Tí við dóminum, ið tit døma við, skulu tit verða dømd
Tit misbrúka halgubók við at skapa andstygd og ótta, í staðin gleði. Lesi halgubók, men lat verða við at vannýta hana.