Til Petrinu Hansen

á 80 ára degnum

Góða omma og langomma, hetta er bert ein lítil heilsan til tín á tínum 80 ára degi. Takk fyri at tú altíð ert so góð við okkum.

Gestablíð ert tú altíð. Tað er mangan komið fyri at heil hondbóltslið og kappróðrarfólk hava verið og etið døgurða, drukki drekkamunn ella ligið nátt í tínum heimi. Takk fyri at vit altíð eru vælkomin í títt heim.

Vit hava nógv góð minnir frá barnaárum í Klaksvík. Tað vóru ikki nógvar feriur, sum fóru framvið, uttan at vit vóru hjá tykkum. Túrarnir norður eftir oyggj við bili ella bussi og síðani við báti, sita fastir í minninum. Vit vita, at tú altíð situr og bíðar, klár við døgurða ella nátturða, tá ið tú veit at vit koma.

Hetta fer alt at broytast nú undirsjóartunnilin kemur, og tá fara vit at koma óvæntað og vónandi oftari á vitjan.
Sand- og marmorkøkur er tað eingin, sum dugur betri at baka enn tú, og smákøkurnar eta vit sum bomm.
Til hondabreiði dugur tú sera væl. Allar tær mongu troyggjur, hosur, ullint undirklæðir og mangt annað, sum tú hevur bundið uppá okkum, ja vit høvdu nokk mangan gingið køld, um tú ikki bant.

Eingin eigur eina so fitta ommu og langommu sum vit. Aldurin ber tú sera væl.
Góða elskaða omma og langomma. Hjartaliga tillukku við 80 ára degnum tann 12. oktober og mong góð ár í framtíðini, má Jesus pápi fylgja tær.

Ynskja Hanna, Jacklin og Bjarni við familjum