Til pápa mín

Svenn Brimheim

Góði babba, stutt var títt tíðarskeið
tá Harrin tók teg til sín
teg gloyma kann eg ei.
 
Takk fyri umsorgan, kærleika og vernd
- takk fyri teg!
 
Nívandi er saknur, og hjartað tungt av sorg er
nú vit ei longur hava
títt blíða andlit her.
 
Má Jesus-pápi gleðast um teg
kærur hann tær var
hjá okkum eftir; minnini um teg.
 
Nú hvíl í friði fyri síðstu ferð
at himnaborg eg heilsu til tín sendi
takk fyri tíð á fold, ið tú vart her
eg veit, at tryggur tú hjá Guði heima lendi.
 
Eilif