Til Páll á Reynatúgvu og Høgna Hoydal

Edvard Joensen
baðmaður á Sosialinum

Kunnu Páll á Reynatúgvu og Høgni Hoydal, løgtingsmenn, vera so vinaligir at vísa á, nær og hvar Sosialurin hevur niðurgjørt ella skrivað negativt um húsini í Sandavági, sum keypt vórðu til sambýli fyri sinnisveik?
Hetta løgdu teir í orðaskifti á Løgtingi mikudagin 1. september 2004 Sosialin undir.
Sum blaðmaður á Sosialinum við redaktión í Vágum hevur undirritaði skrivað um húsini tann 23. januar 2003, stutt eftir, at tey vóru keypt, og aftur 1. juli 2004, tá starvsfólkini møttu til arbeiðis. Aftur var ein grein við frásøgn frá móttøku tann 27. august 2004.
Ongastaðni í greinunum dugi eg at síggja, at skrivað er nakað um, hvørt húsini eru egnað til ætlaða endamálið ella ikki. Av teirri einføldu orsøk, at tað meti eg meg ikki hava fakligan førleika til at døma um.
Kortini leggur Páll á Reynatúgvu í spurningi til landsstýrismannin undirritaða beinleiðis undir hetta, og Høgni Hoydal loypur sum kenda trøllið úr eskjuni upp á tingsins røðarapall og staðfestir pástandin hjá Pálli á Reynatúgvu.
Hinvegin er í Sosialinum víst á tann søgulig veruleika, at húsini stóðu tóm í umleið hálvtannað ár eftir at tey vórðu keypt. Fyrrverandi samgongan við tveimum landsstýrismonnum á økinum sýndi ikki nóg mikið av førleika til at taka húsini í nýtslu. Tað er staðfest. Eisini er staðfest, at tað gekk umleið eitt hálvt ár frá tí, at tveir lansstýrismenn vórðu skiftir út við ein, til lív kom í húsið.
Hvørjar negativu glósurnar um bygningin eru, sum Páll á Reynatúgvu í fyrispurningi sínum beinleiðis leggur undirritaða undir, fer hann væntandi at útgreina.
Sjálvur havi eg allar greinarnar, ið skrivaðar eru um málið, tøkar, og hóast eg havi lisið tær umaftur, finni eg ikki hatta, teir báðir tjóðveldistingmenninir tosa um.
Hóast tað er ikki sørt smikrandi at verða beinleiðis partur av fyrispurningi á Løgtingi, hevði tað verið stuttligari, um tað, sum sagt varð, var sannheit.