Ein stóran part av hesari øldini hava hjúnini, Laila og Óla Jákup Rólantsson skipa fyri túrum til Pólands, har føroyingar í stórum tali havi brúkt høvið at fara til tannlækna og optikara, ella bara fyri at uppliva Póland.
Í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2 var Laila Rólantsson frá "Pólandsferðir Stettin" gestur hjá Hilmari Jan Hansen.
Laila Rólantsson greiðir frá, at hon fer við fólkunum til tannlækna í Pólandi, og einki verður latið til tilfeldigheitirnar. Tey hava lagt seg eftir at fara til Pólands í páskafrítíðini og í heystfrítíðini. Ferðiløgini telja vanliga millum 25 og 30 fólk
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Lailu Rólantsson í sendingini "Sjóðteim".
Fremst á ljóðfíluni er ein samrøða Hilmar Jan Hansen gjørdi við Hans Marius úr Byrgi úr Søldarfirði, sum upprunaliga tók stig til at gera ferðir til Pólands áðrenn Laila og Óla Jákup Rólantsson tóku yvir.