Røddin, ið tagnaði
Sakni tað eyðkendu og spyrjandi rødd
sum eg kenni frá tí eg var fødd
spurdi til lívið til øll, meg og míni
vardi um og var so góð við síni.
Metta av døgum tú legði árarnar inn
sakna vit samveruna og títt ljósa sinn
lívsfríska røddin, ja, tagnað hon er
eittans er lívið á foldum her.
Stuttligar viðmerkingar tú mangan gjørdi
orðið var títt og tú tað mangan førdi
eingin slapp undan sum vildi
til gaman bert tað varð hildið.
Veit, at tú fylgir okkum uppi har
saman við abba, tú okkum fær
at hugsa um lívið og tað tit okkum góvu
sum børnini mong í fanginum á tykkum lógu.
Fylgir mær gjøgnum lívið, tað tit løgdu í meg
á Bakkanum vit áttu abba og teg
spældu vit har um fjøru og ong
minnini eiga vit øll somul so mong.
Á merkisdegnum vit altíð vitjaðu teg
nærkast tann dagur vit mintust teg
Nú røddin er tagnað sum vísti oss veg
Í himmiríkið er - vit nú minnast teg.
Takk fyri alt, tú vart fyri okkum omma.
Hanna.