Handa familjusøgan í endanum á greinini hevur onki við málið at gera. Eg veit so mikið um arbeiðsbýtið í landsstýrinum, at tað eru ikki landsstýrismenn, sum eginhendugt sita og gjalda rokningar. So handa forðingin hjá Oddvør í 1995 stavar frá umsitingarligum slendrian. Og slíkt ger meg ikki júst tryggari við loysingina. Og heldur onkur, at hann kann leggjast inn á hospital í USA, ella hvar fullveldið ætlar at senda sínar sjúklingar, og gjalda aftaná, so fer hann grúsommiliga skeivur.
Tað er mín fasta sannføring, at Høgni Hoydal er ein fantastur, sum í ringasta føri kann forkoma okkara samfelagi. Hetta havi eg skyldu sum javnaðarmaður at berjast ímóti. Og hví skuldi alt Føroya fólk blivið loysingarfólk, fyri tað um hasin ævintýrarin trein inn á pallin?
Eg vóni sanniliga ikki, at ta snævurskygni og inntoleransa, sum Oddvør, Steinbjørn og Árni geva til kennar eru representativ fyri teirra stætt. Ikki at kunna góðtaka og ikki skilja at onnur hava eina aðra áskoðan er rætt og slætt stupiditetur. So er tað sagt.
Dan R. Petersen
javnaðarmaður