Til Noregs við spælskaða

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu er í hesum døgum í Brattvåg í Noregi, tí annað trolspælið er brotnað.

Norðborg hevur sama slag spøl sum Tróndur í Gøtu, og teir høvdu eisini trupulleikar við teimum ta fyrstu tíðina. Men eftir at teir skiftu trumlur og fóru aftur at brúka wire, hava spølini virkað væl.

 

Á veg til Brattvåg var Tróndur í Gøtu í Måløy við svartkjaftinum, sum teir høvdu í tangunum. 

 

Umvælingararbeiðið fer at taka nakrar dagar.