Góði Terji.
Nú eru fimm mánaðir síðani tú varð tikin frá okkum. Ilt er at fata, at tú er ikki ímillum okkum longur. Okkum untist bara átta ár saman við tær. Har tú nú er staddur, hevur tú tað gott. Eftir sita vit spyrjandi; hví skuldi sjúkan raka so meint? Vit fáa einki svar. Tú fylti nógv í gerandisdegnum, tí kennist saknurin svárur. Sólglæma okkara er slóknað. Terji ? tú var so glaður fyri lívið! Tú vildi øllum so væl, eisini tá ið tú sjálvur var viknaður av sjúkuni.
Terji, tær dámdi so væl at koma til okkara í Onnugøtu. Har føldi tú teg heima. Altíð møttu vit tær positivan og kerligan. Minnini eru góð, sum vit hava eftir teg, Terji, og tey verða okkara barlast fyri at koma víðari.
Nú páskirnar eru farnar aftur um bak, rennur mær til hugs, hvussu inniliga tú ynskti at vera heima páskirnar árið fyri, men lagnan vildi tað øðrvísi. Vit eiga onnur kær páskaminni um teg, tá ið tú so fittur og hugagóður stákaðist við at tekna, klippa og pynta.
Maria, Atli, Høgni og øll avvarðandi hava mist nakað so dýrabært, at orð kennast fátøk. Tit vóru so positiv, sterk og fyrimyndarlig, tá ið harðast leikaði á, tað hjálpti øllum so væl, sum vóru um tykkum.
Terji, takk fyri góð minni!
???????????
Sigrid mostir
???????????
Deyðin er ikki tað seinasta, eg eri bara farin um sýnina
Eg eri eg, og tú ert tú. Tað, sum vit áður vóru fyri hvør øðrum, tað eru vit enn.
Nevn meg við navni, nýt mítt yndisnavn, práta við meg um leyst og fast, sum vit altíð gjørdu.
Lat røddina vera hina somu, hóast sorg og sakn.
Flenn, soleiðis sum vit vóru von at flenna saman at onkrum skemtiligum.
Hugna tær, brosa, hugsa um meg, bið fyri mær.
Lat navn títt framvegis hoyra uppí okkara húski.
Tala um meg natúrliga, ikki við gráturødd.
Lívið er framvegis dýrabært; tað er, eins og tað altíð var; tað heldur fram øld eftir øld.
Deyði og lív hoyra saman.
Hví skuldi eg farið úr huga, um eg fór úr eygsjón?
Eg bíði bara eftir tær, um eina stund, onkustaðni her í nánd, aftan fyri sýnina.
Alt er, sum tað eigur at vera.