Til minnis um minningarhaldið, sum ongantíð var

Hildibjørt Gulklett

1. november er friðaður teirra sjólátnu til minnis.
Teir spurdu so tráliga í Útvarpi Føroya, hví teir sigldu undir krígnum?  ein ikki sera gløggur spurningur!
Tað vóru ringar tíðir og lítið og einki at forvinna. Teir sum sigldu, vistu fullvæl, at tað var eingin stuttleikaferð, teir fóru.
Fyri at markera 60 ára krígslok, kundi Sjónvarp Føroya til minnis havt samrøður við teir, sum sigldu  tað er hóast alt onkur, sum hórar undan enn. Teir hava eina ørgrynnu av vitan at oysa av, so tað uppvaksandi ættarliðið, sum nú er, kundi fingið ein hóma av at ímynda sær, hvussu trupult alt var. Men so eiðasørt, at Sjónvarp Føroya læt við seg koma  tað kennist sera hugstoytt!
At enda vil eg siga stóra tøkk til FF fyri teirra fjøltáttaða lesnað, tað fløvar!