Tann 26. juni stendur sum prentaður í høvdinum hjá mær. Tað var bakandi sól, og eg var ikki meira enn komin oman á fótbóltsvøllin, tá mamma ringdi og segði, at eg og babba máttu skunda okkum út á Ellis- & røktarheimið í Runavík, tí omma lá til at doyggja. Eg rann niðan til okkum og segði við babba sum var, hann skundaði sær inn at skifta. Ímeðan ringdi eg til systir mína, Klaru, sum var komin út á Ellisheimið, og tá bar hon tey tungu sorgarboð, at omma okkara var farin frá okkum. Eitt gamalt enskt orðatak sigur: There's no place like home except Grandma's. Heimið hjá tær og abba hevur altíð verið eitt stað har ein hevur følt seg ógvuliga vælkomnan og eitt stað har øll familjan hevur verið samlað. Góða fitta omma, tú vart tann besta omman, ein kundi ynskja sær. Tí er saknurin av tær ómetaliga stórur. Men tíbetur eiga vit øll nógv góð og hugnalig minnir um teg. Hvussu tú virdi øll fólk líka og altíð vart so fitt og blíð við øll fólk. Hvussu tað altíð kom eitt stórt smíl á varrar tínar, tá ein kom at vitja teg. Eisini kann eg minnast aftur á, tá vit svóvu hjá tykkum, hvussu vit sótu í spísistovuni áðrenn farið var til songar, har annahvørt tú ella abbi lósu eina bøn, bóðu faðir vár og síðani signaðu okkum. Ikki minst minnist eg væl tann besta milliónbúffin tú gjørdi. Góði abbi, saknurin hjá tær er ómetaliga stórur, men vit eru øll her fyri teg. Jesuspápi verði hjá tær. Hvíl í friði góða omma.
Sigrid










