Tað er altíð ringt at seta seg niður at skriva minningarorð, og so serliga tá tað er ein, sum man er komin at halda nógv av.
Karl var ein maður, ið ikki segði so nógv í orðum, men álíkavæl vistu tú altíð hansara meining. tað var ótrúliga lætt at blíva góður við hann, tí hann hevði sín serliga máta at vera uppá.
Um man kom inn til Annu og Karl ein sunnudag kl. 17.00 kundi man vera vísur í at møta honum við urinum í hondini, púra klárur at fara á møti kl. 18.00.
Men so bleiv Karl sjúkur, bleiv veikari og veikari, tað var ótrúliga ringt at síggja, hvussu hann viknað. Men eitt er vist, í dag hevur hann tað gott, burtur úr likaminum heima hjá Harranum, sum tað bleiv sagt bæði í kapellinum og til jarðarferðina, og eg veit at vit ein dag skulu síggjast aftur heima hjá Harranum, saman við øllum okkara kæru, vit sum hava tikið ímóti Honum sum okkara persónliga frelsara.
Eg havi altíð følt meg væl at koma inn í heimið hjá Annu og Karl í Kaldbak, altíð verið væl móttikin og altíð hava tey verið klár at bjóða okkurt gott, og somuleiðis er tað eisini nú tú Anna situr einsamøll eftir.
Eg ynski við hesum fáu orðum at takka fyri tað, sum tit hava verið, og tú Anna ert fyri meg, Karl, Tordis og Mariannu. Má Harrin styrkja tykkum øll og teg Annu á ein serligan hátt.
Æra veri minnið um Karl.
Takk fyri alt.
Heidi v/ fam.










