Til minnis um Kaj, vinin og samtarvsfelagan

Kristian Fríðrik Olsen, stjóri á Landingarmiðstøðini, skrivar hesi minningarorð um Kaj Anton Jacobsen av Toftum:

 

Fyrst í apríl komu tey tíðindini, sum mong høvdu biðið um og vónað ikki skuldu koma, nevniliga, at Kaj var farin. Hann var føddur 16. juli 1973 og doyði 5. apríl 2007, og hann gjørdist tískil bert 33 ára gamal.

 

Kaj byrjaði á táverandi Fiskamarknaði Føroya sum landari á Toftum. Hann arbeiddi undir leiðslu av Niclas Davidsen eina tíð, inntil hann fór at nema sær meira kunnleika á telduøkinum. Niclas plagdi at taka til, hvussu raskur hann var, tó hann var klæntrasliga bygdur. Kaj kom aftur á Fiskamarknaðin, nú sum teldumaður. So við og við tók hann á seg ábyrgdina av allari tøknini bæði á Toftum og deildini í Klaksvík. Kaj var nærlagdur og ærukærur, ja, ein álitismaður. Treiskur var hann sum fáur. Vildi ikki gevast á hálvum gekki, um okkurt ikki gekk eftir vild. Hann helt á, til hann fann loysnina. Tá Fiskamarknaðurin var býttur sundur í tvey feløg, eitt landingarfelag og eitt sølufelag, stóð Kaj fyri at fáa tøknina framhaldandi at rigga, og hetta megnaði hann á besta hátt.

 

Hann kom at starvast hjá báðum feløgum. Sagt er, at ikki ber til at tæna tveimum harrum, men hetta bar væl til hjá Kaj. Hetta gjørdi hann fyrimyndarliga.

 

Kaj var eingin ítróttarmaður, men hoyrdi hann grindaboð bleiv hann heilt elektriskur!

Fyri knøppum tveimum árum síðan gjørdist Kaj sjúkur. Hann tók sjúkuna við einum ótrúligum toli. Fyrst var hann ígjøgnum tvær langar kemoviðgerðir umframt skurðviðgerð. Síðan fekk hann aftur eina stóra skurðviðgerð umframt strálur. Hetta var beint fyri jól, og at koma inn til hann á Ríkissjúkrahúsinum kvøldið eftir hesa stóru skurðviðgerð, lýsti so væl Kaj. Hann tosaði um at royna at koma upp at ganga, at fáa ein bita av skerpikjøti niður um, ja, eitt veldugt lívsmót. Tað sá út til, at hann var komin yvir hesa herviligu sjúku. Hann var heima í Føroyum nú eina tíð, áðrenn hann aftur skuldi niður til kanningar fyri at vita, hvussu støðan var.

 

Men fyri nakað síðan byrjaði Kaj at blíva troyttari og troyttari. Líka síðan hann bleiv sjúkur, hevur Kaj roynt at vera á arbeiðsplássinum, men nú orkaði hann minni og minni. Hann kundi ganga oman, men onkur mátti koyra hann niðan aftur til hús. Hann skuldi fara til Danmarkar 2. páskadag, men mánadagin í páskavikuni mátti hann á Landssjúkrahúsið. Boðini hann fekk vóru ikki góð. Men tað fyrsta hann tonkti hendan dagin, vit stóðu um hann, var hvussu hann skuldi skána mammu sína. Foreldrini, Harry og Solveig, høvdu verið um sonin alla tíðina, meðan hann var niðri, og nú hesar dagarnar tað gekk skjótt niður á bakka vildi hann hann skána tey og helst mammuna. Ja, her sást stórur kærleiki báðar vegir. Lítið vardi tað meg, tá eg segði honum góða nátt hetta mikukvøldið um miðnáttina, at eg ikki fór at náa suður aftur morgunin eftir.

 

Men tó, okkurt í okkara samtalum síðstu vikurnar bar brá av, at hann visti hvønn veg tað bar. Hann kom við hugskotum, um hvussu vit framyvir skuldu skipa okkara tøkni uttan mun til, um hann varð partur av hesum ella ikki. Hann tosaði um djúptgangandi samfelagsviðurskifti. Sosialt rættvísi upptók hann nógv. Hetta sást ikki minst, tá hann í Sosialinum í mars tosaði søk teirra illa sjúku á Hotel Tórshavn, og hann kom við ítøkiligum uppskotum um ábøtur, sum vónandi verða fylgd upp av teimum sum varða av. Hetta var gjørt í tí positiva hugburði, sum eyðkendi hann.

Eingin samrøða endaði, fyrr enn eg hevði lovað at biða fyri honum!

………

Sum nevndarlimur í Landingarmiðstøðina á Fiskamarknaðinum kann eg tosa fyri allar nevndarlimir, at vit eisini syrgja Kaj og vilja takka honum fyri hansara innsats fyri hesar fyritøkurnar. Vit hava fylgt við gongdini hjá Kaj. Vit hava gleðst um framstigini og hava harmast um afturstigini.

 

Eg hitti Kaj og pápa hansara á Hotel Tórshavn fyrst í februar. Kaj sá gott út, men tað skiltist á pápanum, at støðan kortini ikki var so góð. Síðan hittust vit á fundi á Toftum í mars, og tá sá hann so mikið gott út, at deyðsboðini komu sum ein kvøkkur.

 

Kaj var ikki giftur, men foreldur og systkin skiftust um at vera hjá honum niðri, og Kaj hevur havt síni nærmastu um seg alla tíðina. Tískil fekk hann ta umsorgan, sum hann kundi fáa, og hetta kann vera hansara nærmastu ein uggi.

 

Vit minnast øll Kaj við tøkk og virðing.

 

ó.