Til minnis um kæra pápa mín Kristian H.E. Andreasen

Minningarorð

Til minnis um kæra pápa mín

Kristian H.E. Andreasen


Kvirran hon nívir, tagnað er røddin tín,

sum um rætt og rangt meg lærdi;

spurningar reika, - slept hevur hondin,

ið mót lívsins tornum meg vardi.


Burtur er kenda eygnabráðið,

horvin er tín eyðkendi látur.

Brennandi svárur kennist saknur;

í kroppi mínum bylgist grátur.


Minnir um teg, ugga og frøða;

minnir sum vinna á deyðans svørði.

Tankar um kærleika tín,

upploysa tjúkka sorgarslørið.


Takk fyri mangar løtur góðar,

vit á jørð, her høvdu saman,

eggjan og stuðul, mangan tú mær veitti;

løtur í álvara - eins og gaman.


Varðar tú setti á lívsgøtu tína,

tankar og minnir um teg í huga floyma,

varðar sum vísa okkum fram á leið;

tað tú meg lærdi, vil eg í hjarta goyma.


Tað tú her á foldum framdi,

í okkum livir - eins og tú!

til vit einaferð hittast aftur,

í sælu fríðu himnabúð.


Hvíl í friði


Kærastu heilsur sonur tín - Áki