Tá Jutta andaðist 19. juni í ár, var hon næstan 82 ár. Hon giftist við Sigurð Heinesen, lærara úr Leirvík, í 1951 og fingu tey genturnar Sáru og Sigrun.
Tá eg var barn, vóru Jutta og eg grannar á Vágsheygnum. Nøkur ár búðu tey norðuri á Gørðum, men seinri fluttu tey niðan aftur til barnaheimið á Vágsheygnum, har hon kom at passa aldrandi mammu sína, sum var einsamøll.
Í yngri árum var hon í handli úti í Klakksvík, har sum kongligi handilin helt til, og so var hon eisini á skrivstovuni í handlinum hjá "Kal" ( J. Michael Jacobsen).
Seinri árini hava vit kenst best frá Heimavirkinum í Klakksvík, har hon hevur verið ein av berandi kreftunum. Tá Heimavirkið byrjaði, var spátt at tað kom ikki at vera lív lagað meiri enn 10 ár, tí tað mesta av arbeiðinum er sjálvboðið. Tá tað fylti 20 ár, var Jutta so stolt, at hon ordnaði fyri, at vit skuldu hátíðarhalda dagin við veitslu.
Sjálv var hon í handlinum í mong ár, men seinri árini var hon forkvinna í nevndini, líka til fyri einum góðum ári síðani. Jutta hevði nógvar eginleikar, men serliga í tveimum førum. Hon hevði eitt ótrúligt minni og eina sera vakra hondskrift, og so dugdi hon eisini at orða seg og stava, so tað var ein sjálvfylgja, at hon hevði uppgávuna sum skrivari í nevndini.
Jutta gekk sjúk eitt heilt ár við brotnum armi, men hóast tað var hon við til hvønn einasta fund hjá Heimavirkinum. At henni dámdi væl at vera uppií sást, tá vit seinasta heyst funnu uppá at hava køkutombola. Sjálv ringdi hon til limirnar at biðja um vinningar, og fekk hon stóra undirtøku við hesum. Sjálv var hon ein av teimum ídnastu uppi í søluni.
Hetta við at hjálpa og at arbeiða fyri onki hevði hon ikki frá fremmandum. Sigga mamma hennara plagdi at bjóða okkum gentunum inn til sín at gera hondarbeiði til frama fyri ellisheim (nú heimið undir Heygnum). Hetta var í hálvtrýssunum. Sigga stóð og gjørdi brússukur, meðan vit bundu.
Juttu dámdi sera væl at vera har, sum fólk var. Hon spældi bridge, til hon var langt uppi í 70 árunum. Eg spurdi ein av bridgespælaranum, um Jutta dugdi væl at spæla, og, jú, hon dugdi væl. "Amerikanararnir siga, at tann, sum spælir bridge blívur ikki býttur", segði hann. Hon fylgdi væl við í øllum til tað síðsta. Nú hon var sjúk, nakrar vikur áðrenn hon doyði, tosaði eg við eina konu í telefonuni á Heimavirkinum, og spurdi hon eftir Juttu, hvussu hon hevði tað. Eg svaraði, at hon hevði tað ikki so gott. At nú var hon ússalig, men meðan eg standi og sigi hetta, kemur Jutta so fín og hábærslig úr einum bili uttan fyri Heimavirkið og kemur inn í gongina. Tað er skýmligt inni í handlinum, so hon sær meg ikki standa, men eg síggi hana. Hon fer uppá loftið, har sum tey sita og spæla bridge. Har vóru millum annað íslendingar úr Kópavági, meini eg, sum hon hevði verið í Íslandi og spælt bridge saman við.
Nú Jutta er farin, kemur mangt fram frá Vágsheygnum. Tað var so væl ímillum húsini har rundan um, og myndir havi eg, sum Janhild systir hennara hevur tikið á trappuni hjá teimum. Sjálv var eg í brúdleyp hjá Sigurð og Juttu, og síggi eg framvgis hetta vakra og majestetiska parið fyri mær.
Saknurin hjá tykkkum døtrunum Sáru og Sigrun eigur at vera stórur, og ikki minni hjá ommubørnunum, sum hon var so góð við. Versynunum var hon so stolt av, og vóru teir eisini so góðir við hana.
Vit á Heimavirkinum vilja minnast hana við tøkk, og ynskja at Harrin skal styrkja tykkum í komandi tíð.
Maria