Til minnis um Guðrun Hervør Joensen

Tá ein skal seta seg niður at festa orð á blað, vísir tað seg at vera
ótrúliga torført at skriva tað stutt og greitt, tá tað snýr seg um eitt
heilt menniskjalív.

Guðrun byrjaði at arbeiða á Atlantsflogi fyri góðum 14 árum síðani. Hon var
ein sterk persónligheit, og gjørdi sítt arbeiði til lítar frá fyrsta degi. Hon var ótrúliga professionell og ein leiðandi persónur á arbeiðsplássinum.
 
Hon gjørdist eisini starvsfólkaumboð fyri flogternurnar á Atlantsflogi. Hon
offraði seg sjálva fyri sítt arbeiði á allan hátt. Í øllum hennara arbeiði
skein samstundis ein glæma av gleði ígjøgnum, og tað var stuttligt at
arbeiða saman við henni, tí at tað var professionelt, lívgandi og gott.
 
Tá tað nú stundar til jóla, kennist saknurin svárur, og tí vilja vit ynskja
tykkum, sum sita eftir, at Harrin má signa tykkum og styrkja tykkum í
sakninum.
 
“Um sorgin veg til hjarta títt fann
Vár Jesus teg aldri gloymir
Og jólaboðið grøða kann
Ta sótt, tú í barmi goymir”
 
 
Í Sandavági, 21. desember 2006
 
Hans Hansen