Til minnis um Elinborg Zachariasen

Nú er eitt ár liðið. Boðini komu óvæntað, at Elinborg knappliga var farin á Sjúkrahúsið. Vit vónaðu, at tað fór at laga seg. Men ta náttina á Landssjúkrahúsinum fingu vit at vita, sum tímarnir liðu, at onki var at gera.

Soleiðis kann lagnan sláa. Yngst av seks systkjum skuldi fara fyrst. Røsk og glað og altíð til reiðar at geva eina hjálpandi hond. Tað var so meiningsleyst at Elinborg brádliga ikki var her meira.

Hon var so heppin at traðka sínar barnaskógvar á Borðuni. Røturnar vóru av Nesi og úr Lamba. Grundarlagið var gott at skapa tað menniskjað, hon var. So lítillátin, og hevði tó so stóran týdning fyri okkum. Øllum tørvar eitt grundarlag, og hon var ein, ið dugdi at savna familjuna, altíð við frískum sinni og hugskotum. Hugsaði positivt. Var millum annað við til at lata Konditaríið uppaftur.

Ringt er at skilja, at hon ikki er her longur. Men minnini liva.

Latið okkum minnast tað góða, Elinborg gav okkum, og latið hennara lyndi geva okkum íblástur. Eingin veit, hvat ið kemur, so vit mugu gleðast um tað, vit hava.

Ærað veri minnið um Elinborg.


Páll og Súni