Til minnis um Einar Olgeirsson

Ein av seinastu døgunum í farna ári, tann 29. desember 2004, andaðist Einar Olgeirsson í Vestmanna 62 ára gamal

Dáttliga komu deyðsboðini av Einari. Mitt í dagliga lívsyrki sínum, meðan hann hevði hendurnar fullar av arbeiðsuppgávum.

Einar var íslendingur, ættaður úr Akureyri. Hann kom til Føroyar í 1981 og var við í royndarboringunum eftir olju í Lopra. Har hitti hann Marin Bláhamar úr Vestmanna, sum gjørdi mat til starvsfólkið.

Marin og Einar giftust og búsettust í Vestmanna. Einar fall væl til í Vestmanna, har hann arbeiddi sum timburmaður, bæði sum sjálvstøðugur og saman við øðrum.

Einar var sera hjálpsamur og við síni umsorgan og fryntliga og skemtuliga verumáta, var hann ein hugnaligur persónur at vera saman við.

Hann var eisini nógv fyri familjuna og ikki minst børnini hjá Marin. Hann var eisini ein góður abbi, og abbabørnini sakna hann nógv.

Einar var altíð í sving, hann var arbeiðssamur og vælgjørdur. Í Vestmanna og har um leiðir eru mong hús, sum hann saman við øðrum hevur verið við til at bygt. Hesi standa sum minnisvarðar eftir hann.

Í heimunum í Vestmanna standa nógvir minnislutir eftir Einar. Hann hevði sera gott handalag og listaligar gávur og evnaði nógvar prýðislutir úr træ.

Við jarðarferðina hjá Einari var sangurin, "O, Jesus bróðir besti", sungin.
Sangurin var yrktur av íslendska prestinum Páll Jónsson, ið var langabbi Einar. Hann yrkti sangin í samband við eina umfarsøtt, har hann mátti jarða tvey av sínum egnu børnum. Hesin sálmurin hevði stóran týdning fyri Einar.

Friður veri við minninum um Einar Olgeirsson.