Til minnis um Dánjal Joensen

Fyrr i ár fingu vit sorgarboðini, at Danjal á Kjalnesi var farin í bestu árum. Hann gjørdist sjúkur fyri bert góðum ári síðani og noyddist at lúta fyri herviligu sjúkuni

Lívsins lagna er óskiljandi fyri okkum vanligu menniskju og stutt er ímillum sorg og gleði, men soleiðis er og verður lívið her á fold.

Dánjal var føddur í 1941 og vaks upp á Kjalnesi, har hann luttók í øllum fyrifallandi arbeiði á garðinum. Hann yvirtók garðin fyrst í sjeytiárunum og var ein teirra, sum gjørdist limur í Mjólkarvirkinum frá fyrsta degi. Hann var eisini starvsmaður hjá MBM í eini tíggju ár frá fyrst í áttatiárunum. Hann koyrdi tangabil øll hesi árini og røkti sína uppgávu væl. Hann fór úr hesum starvið tá hann bleiv valdur til formann í Jarðarráðnum, eitt álitisstarv, sum hann røkti í nógv ár.

Dánjal hevði eitt lætt lyndi. Hann var hugnaligur at vera saman við, tað veri seg í álvarsomum løtum og vertskapi. Rossaáhugaðir menn munnu óivað minnast aftur á mangar hugnaligar løtur saman við Dánjali. Vit á MBM sakna hann nógv, hann var ein sannur vinur og nógv avhildin av okkum.

Okkara tankar eru hjá Emly og børnunum og teirra familjum. Má gud geva tykkum styrk í sorg tykkara.

Friður veri við minninum um Dánjal á Kjalnesi.


Eiríkur Thorvaldsson.