Til mammu mína

Bettu Eið Nes Hvalba á 85 ára degnum 04.08.07

Við Geilánna vøgga mín stóð,

har ið faðir og móður so góð

meg aldu og lærdu á kærleikans slóð,

- við Geilánna vøgga mín stóð.


Eg tøkk tær vil bera mín móður í dag

for alt tað, tú ert fyri meg,

meg bønina lærdi – mítt lívs grundarlag,

tú studdi og signaði meg


Eg takki tær móður for kærleika tín,

tú umsorgan altíð mær ber,

tú mann mín og børn míni tekur til tín,

tey takka tær eisini her.


Nú ár eru runnin og gránað er hár,

tó lívsneistin køvdur ei er.

Eg ynski tær móður mong heilsugóð ár,

má Harrin tær fylgja á ferð.


Heilsan

Jórun