Til mammu á 70 ára degnum

Vit ynskja í hesi grein at ynskja mammu okkara til lukku við 70 ára degnum, sum var leygardagin 26. Novembur.
Mamma varð fødd í Saltnesi 26. novembur 1941. Foreldrini vóru Ninna Reinert Petersen og Dávur Petersen úr Saltnesi. Mamma er nummar sjey av 11 systkjum.
Sum 15 ára gomul fór mamma til Havnar at arbeiða á pleygudeildini í Hoydølum. Tá hon var 18 ár, fór hon niður til Danmarkar á Rødbygård at lesa til omsorgsasisstent. Lærutíðin var 3 ár, men eftir lokna lærutíð arbeiddi hon har í eitt hálvt ár. Hon flutti aftur til Føroyar í 1963 og arbeiddi eftir hetta á hvíldarheiminum Naina í eitt gott ár.
Mamma giftist við babba 13. novembur í 1965. Mamma var heima, meðan vit børn vóru smá, men fór síðani á Verkstaði Vón at arbeiða og hevur hon verið har síðani.
Sum yrkisleið hennara vísir á, hevur mamma sera stóra umsorgan fyri fólkum rundan um seg. Hetta hava vit børn merkt í stóran mun. Ì uppvøkstri okkara legði hon dent á, at tryggleikin skuldi vera í heiminum.
Millum fremstu eginleikar hjá mammu okkara standa trúfesti, gávumildni og umsorgan. Mamma er ein rólig jørðbundin kvinna, sum altíð er klár at seta seg niður at lurta og tosa. Hennara tolsemi er stórt og rúmar hon nógvum. Vísdómur hennara er stórur og hevur hon eginleikan at síggja alt frá fleiri síðum. Hon er sera realistisk og altíð klár við eini hjálpandi hond. Fáar kvinnur eru eins kreativar og dugnaligar til hendurnar sum mamma. Mong eru pløggini, ið hon hevur virkað til okkum bæði børn og ommubørn.
Ein serligur hugni hevur altíð verði har, sum mamma er. Hon dugir serstakliga væl at gera umhvørvið rundan um seg heimligt og trygt. Hetta saman við hennara trúfesti hevur helst virkað til, at hon aloftast er álitið, har hon er.
Mamma er sera familjukær so framliga í minninum liggja allir túrarnir til Saltnes, tá vit vóru børn. Hetta eru dýrbar minni sum altíð fara at liggja nær okkara hjørtum. At mamma er góð við og stolt av sínum er eingin loyna.
Hennara stilla Guðs trúgv hevur eisini virka sum ein tryggleiki og barlast í lívið okkara.
Góða mamma takk fyri alt, sum tú hevur verið og ert fyri okkum og okkara familjur. Vit ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum og má Harrin signa teg við nógvum ríkum árum framyvir.
------------
Ynskja børn tíni
Kristian, Ninna, Mirjam, Dávid og Hanna