Til Málnevndina

Er navnið F. C. Hoyvík meira óføroyskt enn A. C. Evensen?

Hvussu æt A.C. Evensen í veruleikanum? Eru nógv ungfólk í Føroyum í dag, sum vita, hvat goymir seg aftan fyri styttingina A. C? Eg veit so ikki, kenni bara mannin undir heitinum A. C.Evensen.

Eg fari ikki at hugsa ‘Football Club Hoyvík’ tá eg síggi ‘FC Hoyvík’, eg fari bara at hugsa tað sum eg síggi, nevniliga FC Hoyvík.

Annars kunnu tit í Málnevndini loysa handan trupulleikan við at ‘legitimera’ bókstavin C sum lógligan í føroyskum nøvnum og heitum. So er trupulleikin við at skula taka støðu til, um Victor kann stavast við c ella ei, burtur, eina ferð með alla.

Tá føroyingar hoyra Seyðabrævið nevnt, so munnu flestu hugsa um nakað ‘rótføroyskt’. Men Seyðabrævið er fult av c’um. Er Seyðabrævið so at rokna sum óføroyskt? Hví so alt hóvastákið við at fáa tað heimaftur til Føroya?

Hví er upprunanorrøni bókstavurin C ein so stór hóttan móti føroyska málinum? Tað lysti mær at vita.