Til lukku við Útnorðurdegnum

Í dag, 23. september, hátíðarhalda grannalondini í útnorði, Føroyar, Grønland og Ísland, Útnorðurdagin.

Henda dag varpa vit ljós á tað góða samstarvið í útnorði við tiltøkum í øllum trimum londunum. Dagurin bjóðar okkum eisini at eggja til alsamt tættari samstarv í útnorði og at kveikja áhugan fyri mentan og samfelagi hjá hvørjum øðrum.

Útnorðurráðið hátíðarheldur eisini 35 ára stovningardag. Frá fyrsta degi hevur ráðið verið karmur um tætt samstarv millum fólkavald umboð úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi. 

Limirnir í ráðnum hava knýtt tøtt bond og hava gjøgnum ráðstevnur, fundir og tiltøk ognað sær týðandi vitan um og fatan av felags avbjóðingunum í teimum trimum londunum.

Okkara samhaldsfesti og felags uppfatan styrkir okkum og gevur okkum møguleikan at orða okkum í felag. Hóast Føroyar, Grønland og Ísland eru lítlar tjóðir, liva vit í einum stórum og týdningarmiklum øki. Okkara felags hugburður til umráðandi mál sum veðurlagsbroytingar og Arktis kunnu hava avleiðingar kring allan heimin, og saman kunnu vit seta okkara dám á alheims dagskránna.

Okkara ungu eru okkara framtíð. Tí er umráðandi, at okkara ungu eru fyrireikað at lyfta komandi avbjóðingar. Útnorðurráðið vil tí í næstum leggja dent á framtíðarvánirnar hjá ungdóminum. Ráðið vil serliga taka atlit til umstøðurnar hjá ungum í útjaðaranum og hvussu tey verða javnsett við ung í miðstaðarøkjunum.

Hetta farna hálvárið hevur verið øllum ein avbjóðing, og ferðaavmarkingar hava skert okkara møguleikar at vitja hvønn annan. Vit viðurkenna og virðismeta eldhugan hjá teimum, ið hava tryggjað, at samstarvið millum Føroyar, Grønland og Ísland hevur hildið áfram hóast avmarkingarnar vegna koronavirus. Tær eldsálir eyðkenna sterka samanhaldið í útnorði.

Vit ynskja føroyingum, grønlendingum og íslendingum til lukku við Útnorðurdegnum og eggja øllum at hátíðarhalda dagin við serligu tiltøkunum, ið verða hildin í okkara londum.

 

Guðjón S. Brjánsson, formaður fyri Útnorðurráðið

Henrik Old, 1. næstformaður fyri Útnorðurráðið

Vivian Motzfeldt, 2. næstformaður fyri Útnorðurráðið