Til lukku, men hvat nú?

 

Í ár hevur fyrsti føroyski flokkur á serliga skipaðum miðnámi fingið prógv. Hesi ungu hava í fýra ár nomið sær førleikar innan ymisk øki, sum stimbra teirra evni til sjálvstøðuga lívsførslu, sum tað eitur í námsskipanini fyri serbreytir.

Samstundis hava 8 næmingar í ár fingið prógv á eftirskúlanum Rásini í Runavík, har høvuðsyvirskriftin er ”Læran til lívið”.

Tað vóru rørandi løtur, tá ið prógvini vórðu handað fyri fáum døgum síðani.

Í 2009 samtykti Føroya Løgting at seta mannarættindasáttmálan fyri fólk við breki í gildi í Føroyum. Sáttmálin ásetur at fólk við breki skulu hava atgongd til innkluderandi, góða og ókeypis útbúgving, t.e. saman við hinum ungu. Og sambært  “ST- Fyrimyndarreglunum um javnlíkar møguleikar fyri fólk, ið bera brek”, eiga øll lond at tryggja javnbjóðis møguleikar til fólk við breki á øllum økjum. Hetta eru meginreglurnar – og tær eiga vit at leggja okkum í geyma.

Serligt skipað miðnámsprógv er eitt nýbrot.

Prógvini, sum nú eru givin á serliga skipaðum miðnámi eru eitt nýbrot í føroyskari skúlasøgu, og tey hava givið hesum ungu við serligum tørvi innkluderandi útbúgving millum onnur ung. Tó sær út til at okkurt framvegis manglar.

Javnbjóðis møguleikar á øllum økjum, hava hesi framvegis ikki fingið. Sum sending í Kringvarpinum og seinni eisini grein á heimasíðuni hjá Javna lýsa(Grein 26/6-2019), so hava næmingarnir á Rásini ikki møguleika at seta búgv og halda fram at menna seg og liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt.

”Læran til lívið” er málsetningurin á Rásini, og fleiri næmingar søkja síðani inn á serbreytina, har ”Sjálvstøðug lívsførsla” er málsetningurin. Hetta eru góðir málsetningar. Næmingarnir á serbreytini hava hesi árini arbeitt við sær sjálvum, og hava fingið nýggjar góðar vanar og mennandi lærdóm innan tættirnar “ávirkan á egin lívskor”, “innihaldsríkt lív” og “virkisført lív”, ið allir eru við til at stimbra málsetningin um sjálvstøðuga lívsførslu. Hetta mugu tey sleppa at brúka beinanvegin, og framhaldandi at menna undir røttum tillagaðum umstøðum.

Prógvið skal ikki í gloymibókina

Vit vita øll, at tað sum vit lærdu í fólkaskúlanum, á miðnámi ella á hægri lærustovni, liggur í onkrum skuffum í tí kommoduni, ið kallast heilin, men um onkrar av skuffunum ikki verða latnar upp í longri tíð, fer hetta í gloymibókina. Soleiðis man eisini verða hjá hesum næmingum.

Tí skulu vit sum samfelag syrgja fyri, at tað nýggja sum er lagt niður í hesar skuffurnar hjá teimum, verður tikið fram regluliga, so næmingar av Rásini, nýfloygdu pisurnar av Kambsdali og samfelagið annars, fáa ágóðan av hesum.

Eingin teirra er eins, og tí eru prógv teirra heldur ikki eins. Tí hava tey eisini ymsan tørv í mun til arbeiðs og bústaðarumstøður.

Nú skulu vit raðfesta bústaðirnar

Við at raðfesta bústaðir til hesar borgarar, kunnu vit tryggja eina framhaldandi menning av teimum førleikum, sum standa í próvnum. Tað er týdningarmikið, at sjálvstøðuga lívsførslan kann halda fram á tann hátt, at tey, ið ynskja tað kunnu flyta frá sínum foreldrum í egnan bústað.

Hetta skal raðfestast í komandi valskeiðið. Og at bústaðarpakkin kemur í gjøgnum, so at fólk við serligum tørvi, og familjur teirra fáa skipaði viðurskifti at liva og virka undir.

Samstundis mugu vit eisini skipa fleir arbeiðspláss til borgarar við serligum tørvi. Undir røttu arbeiðsumstøðum kunnu hesi geva sítt týðandi íkast til samfelagið, og harvið verður byrjaða innklusiónin eisini framhaldandi ment, men vit mugu skapa rúm, eins og miðnámsskúlin á Kambsdali seinastu 4 ári hevur givið rúm til serbreytina, lið um lið við næmingar á hinum breytunum. Mentamálaráðið og Almannaverkið mugu ganga hond í hond, so hesir næmingar ikki bert fáa eitt prógv frá skúlaverkinum, men at umstøðurnar til framhaldandi ávirkan á egin lívskor og innihaldsríkt, virkisført lív verða tryggjaðar.

Til lukku til okkum øll – nú mugu vit taka ábyrgdina, ið fylgir við!

Næmingar við serligum tørvi hava langt um leingi fingið nøkur góð ungdómsár við hesum fantastisku tilboðum. Nú skulu vit gera alt fyri, at tey aftaná fáa eins góð ár sum vaksnir borgarar.

Hesum ætli eg mær sum valevni Javnaðarfloksins at arbeiða fyri.