Til London at skifta olju

Ein arabiskur sjeikur í Qatar nýtti herfyri 220.000 krónur til eitt oljuskift á einum av sínum bilum.

Luksussportbilur hansara, ein Lamborghini Murcielago LP640, sama slag bilur sum tann sum varð nýttur í seinasta Batman-filminum "The Dark Knight", varð flogin við einum flogfari hjá Qatar Airways teir 10.000 km frá Qatar til Heathrow floghavnina í London, har bilurin var koyrdur á eitt serverkstað fyri Lamborghini.


Oljuskiftið hevur eftir øllum at døma fingið øði í fleiri umhvørvisfelagsskapir. Hetta er fullkomiliga vitleyst og enn eitt dømi um hvussu rík fólk útnytta og dálka okkara umhvørvi, sigur Jenny Evans frá umhvørvistiltakinum Plane Stupidsaid, hon er eisini talsmaður fyri ”Friends of the Earth”. Hon heitir á arabiska sjeikin um at fáa okkurt bilverkstað nærri sínum egna bústaði at skifta olju næstu ferð.