Kaj Leo Johannesen
Eftir valið ásanna vit, at við 11 atkvøðum fleiri um alt landið, hevði flokkurin varðveitt allar 8 tinglimirnar. Fyri flokkin, er støðan óheppin, men at tingmannatalið ikki fellur til okkara fyrimun, er ein óheppin veruleiki.
Vit eiga at eftirmeta valdystin og soleiðis finna út av, hvat vit hava gjørt rætt og hvat vit kundu havt gjørt øðrvísi.
Floksins arbeiði eigur altíð at vera merkt av framfýsni, og í tráð við grundhugsjónina hjá Sambandsflokkinum.
Í valstríðnum boðaðu vit frá, at nú átti eitt skifti at koma í landsins leiðslu, soleiðis at Føroyar fingu eina arbeiðsføra samgongu, sum kundi virka uttan klandur.
Formaðurin í Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen, er av tí uppruna leiðara slagnum, har æran er ein stórur partur av gerandisdegnum, og tá hon nú, eftir valið, valdi at leggja frá sær, var tað við blandaðum kenslum, at vit stuðlaðu henni í hennara avgerð.
Í fjølmiðlunum verður Sambandsflokkurin í løtuni lýstur, sum ein flokkur, merktur av innanhýsis ósemjum.
Hetta er ikki ein røtt mynd. Veruleikin er tann, at Sambandsflokkurin arbeiður við at skipa seg av nýggjum, soleiðis at ein nýggjur formaður kemur at standa á odda fyri flokkinum.
Ein nýggj leiðsla fer at arbeiða fyri, at øll í flokkinum kenna seg væl, og at limirnir merkja, at flokkurin umboðar tað væl skipaða samfelagið, sum vit øll tráa eftir.
Við Sambandskvøðu