Ávegis norðuraftur og komin niðan móti rundkoyringini oman fyri Norðskála síggi eg eitt stórt skelti, sum vísti seg at vera eitt sama slag, sum eg hevði møtti áðrenn eg snaraði til Funningsfjarðarvegin, eg helt áfram niðan ímóti tunnlinum, tá síggi eg eitt lítið hvítt skelti ella rættari sagt ein hvíttmálað finérpláta, sum var ca. 1/2 m2.
Fyri at finna útav, hvat stóð á plátuni, var eg noyddur at fara heilt út á vegjaðaran fyri at kunna síggja hvat stóð á plátuni og síggi tá, at forboði var bara galdandi gerandisdagar. Tá ið eg komi oman ímóti Funningsfjarðarvegnum, beri eg eyga við eina hvíta finerplátu sum stóð sunnanfyri Funningsfjarðarvegin.
Aftan á hendan túrin meti eg meg vera villleiddan í ein vissan mun.
Stóð tað til mín, skuldu tær hvítu pláturnar verið eitt undirskelti til tær stóru og so kundi tað staðið á onkrum øðrum máli eisini, tað eru útlendingar sum eisini koyra her á landi.
Eigur Landsverk ikki at dekka tey til, tá ikki verður arbeitt?
Hví verða skeltini sett upp á hendan hátt?