Til Kosovo at verja økið

At skjóta við maskinbyrsu, bazooku og at kasta við hondgranatum er dagligur kostur hjá 20 ára gamla Allani Tungá úr Klaksvík. Í næstum fer hann til Kosovo at hjálpa serbum og albanum

Um miðjan august fer Allan Tungá til Kosovo við danska herinum. Í Kosovo skal Allan saman við yvir hundrað donskum hermonnum royna at skapa frið, veita serbum og albanum útbúnað og hjálpa teimum at byggja landið uppaftur:
 
- Eg skal verða í Kosovo í eitt hálvt ár. Í løtuni er tað nøkulunda friðarligt har yviri, men ein veit ongantíð, hvussu leingi friðurin valdar, tá mafiur hava valdið. Verjuovastin vónar, at vit verða tað næstseinasta herliðið, sum verður sent til Kosovo úr Danmark, greiðir Allan frá.
 
Hættisligt arbeiði
Spurdur, um hann ikki er bangin um at fara avstað, svarar Allan við einum heldur undarligum smíli, at ræddur er hann als ikki:
- Í roynd og veru gleði eg meg til at fara avstað. Eg havi verið í upplæring í so langa tíð og gleði meg til at royna lívið í herinum at mínum egna kroppi. At gera mína skyldu, hjálpa fólki í neyð og at síggja landið, sigur Allan, sum skal skriva testamenti, áðrenn hann fer avstað:
- Tað taki eg ikki so hátíðarliga, sigur hann uttan himpr.
 
Hvat siga vinir og familja til, at tú í næstum skalt til Kosovo at verja landið?
- Mamma og babba hava roynt at práta meg frá at fara. At byrja við skuldi eg til Irak, men tá tað varð broytt til Kosovo, hildu tey, tað var eitt sindur frægari. Fleiri hava somuleiðis spurt: Hví tímir tú at ofra teg sjálvan fyri nakrar serbar ella albanar? Men sjálvandi tími eg tað. Hóast eg bert eri ein ungur drongur, føli eg, at eg geri mun og heimin til eitt betri stað at vera í. Ófriðurin, sum hevur verið í so nógv ár í Kosovo, ávirkar eisini okkum, og tað er upp á tíðina, at tað verður friðartíð, heldur Allan.
 
- Tað er sjálvandi vandi á ferð, tá ein velur eitt sovorðið arbeiði, men dagliga hugsi eg als ikki um vandan ella deyðan, sigur Allan og leggur dent á, at tað skal altíð verða futtur í tí, hann ger:
                       
- Eg hevði eitt nú ongantíð klárað at arbeitt í einum klædnahandli ella staðið á Stongum í Klaksvík og egnt allan dagin. Tað hevði verið alt ov einsháttað.
 
- Eg føli tað ikki sum eitt kall at fara til Kosovo. Eg havi bara hug til at arbeiða í herinum.
 
Vápnini well til eitt vist
Higartil hevur Allan bert roynt at nýta vápn í upplæringartíðini millum annað í venjingarskógum og á skotskivum men nú skal hann út í heim við bazooku í hondunum:
- Til nú hevur tað verið well at standa við einari bazooku í hondini. Men í Kosovo skal eg fyri fyrstu ferð royna at nýta vápn »í tí veruliga lívinum«. Eg veit ikki, hvussu well tað verður, um eg onkuntíð skal meiðsla ella drepa onkran. Men vit sleppa tó ikki at brúka vápnini, fyrr enn vit sjálvir eru í vanda, sigur Allan avgjørdur, tekur nakrar myndir upp úr taskuni og heldur fram at fortelja:
 
- Tá onkur doyr í danska herinum, fáa vit, sum eru í læru, tað altíð fyrst at vita. Og bara teir ellivu mánaðirnar, eg havi verið har, eru tríggir hermenn deyðir.
 
- Vit syrgja og práta øll um tað í fleiri dagar, og ein sálarfrøðingur er altíð til staðar í herinum. Men slíkar hendingar fær tó ongan at seta seg aftur. Ella í øllum førum ikki meg tvørturímóti, sigur Allan greiður at enda,
 
--
 
Í boks:
 
Miðnámsskúlin ov keðiligur
 
Tað hevur ikki altíð verið ein dreymur hjá Allani at fara í herin. Hann hevur nevniliga somuleiðis ætlað at fingið sær eina útbúgving. Men tá hann hevði gingið á handilsskúla í eitt hálvt ár, varð tað ov einsháttað, og Allan vildi royna okkurt nýtt:
- Tá fekk eg hugskotið at melda meg í herin, sigur hann og leggur afturat, at allir danskarar verða kallaðir inn til hertænastu, men at hann noyddist at melda seg sjálvbodnan, tí hann er føroyingur:
- Eftir at eg hevði meldað meg í herin, skuldi eg fyrst og fremst fáa eina heilsuváttan frá læknanum og síðan til eina skrivliga roynd fyri at sleppa inn. Eg slapp tíbetur inn uttan hóvasták, greiðir Allan frá og skoytir uppí, at fyrst var hann millum annað í fýra mánaðir á Kongaskipinum og fekk eina grundútbúgving, har hann eitt nú lærdi at nýta vápn, gassmasku, at yvirliva í skóginum og at veita bráðfeingishjálp.
 
Eftir hetta skrivaði Allan sáttmála við herin, og tað er í hesum høpi, at Allan skal til Kosovo miðjan august.
--


FAKTA
Navn: Allan G. Tungá
Aldur: 20 ár
Starv: Í danska herinum
Bakgrund: Uppvaksin í Klaksvík og á Sandoynni saman við trimum systkjum. 
Hjúnastøða: Stakur