Av tí at neyvan nakað gerst við landsins ráðandi forstokkaðu stjórn, verður hetta skrivað sum eitt tilmæli til tey góðu fólk, sum vónandi finna saman um nýggja progressiva samgongu at taka við eftir hesa:
Umstøður fyri vinnu og lívsins uppihaldi
Umstøðurnar á arbeiðsmarknaðinum eru avgerandi fyri, hvussu hvør einstakur, húsarhald, vinna og búskapur hava tað. Her verða fyritreytirnar settar, fyri hvussu vit á hvørjum einasta arbeiðsplássið í landinum útinna okkara dagliga arbeiði, vinna til lívsins uppihald og skapa grundarlagið fyri okkara felags vælferð.
Tí er ein dynamiskur arbeiðsmarknaður, ið støðugt skapar menningarmøguleikar og tillagar umstøðurnar til skjótt broytandi krøv og avbjóðingar, ein av grundleggjandi fyritreytunum fyri samfelagsmenningini.
Politiskir myndugleikar eru meinbogar
Tá er løgið, at tað í høvuðsheitum eru tvær negativar grundir, ið liggja undir mestsum øllum tí, ið hendir á arbeiðsmarknaðinum:
· Ósemjur og stríð millum partarnar, sum við millumbilum taka seg upp, nú oftast millum almenna arbeiðsgevaran og løntakarafeløgini.
· Diktatoriskur atburður frá politiska myndugleikanum, avgerðir framdar yvir høvdið á løntakara- og vinnufeløgum, sum kollveltandi broytingar í skatta- og eftirlønarviðurskiftum, ultimativ harraboð um lønarkarmar, ið gera fríar samráðingar meiningsleysar, og hóttanir um politiska uppílegging, um feløgini ikki akta harraboðini.
Tað er demoraliserandi og frustrerandi fyri vinnu- og løntakarafeløg, ið eiga at vera millum týdningarmestu aktørarnar í samfelagsmenningini. Hetta sæst aftur í tí apati og ráðaloysi, ið tykist at valda, serliga hjá fakfeløgunum á løntakarasíðuni.
Ongin arbeiðsmarknaðarpolitikkur
Tað er ein undrunarverdur veruleiki, at arbeiðsmarknaðarpolitikkur hevur ongan áhuga í okkara politisku skipan – illa ber til at tosa um nakran føroyskan arbeiðsmarknaðarpolitikk yvirhøvur. Ongantíð áður er hetta so sjónskt sum við verandi høgrasamgongu, íð kveistrar allar aðrar partar til viks og kompromisleyst gjøgnumtrumfar sínar egnu avgerðir á øllum økjum.
So er ikki í okkara grannalondum, har ein samvirkin arbeiðsmarknaðarpolitikkur er eitt høvuðsamboð til at tryggja arbeiðsskapandi vøkstur, menning og fíggjarligt støðufesti móti veksandi avbjóðingum frá altjóðagjørdari kapping og demografiskum broytingum.
Krøvini til fakligar førleikar skerpast
Í okkara grannalondum er ein virkin arbeiðsmarknaðarpolitikkur eisini tætt knýttur at vinnupolitikkinum – sum tvær síður av somu søk. Men ikki her hjá okkum. Her verða partarnir á arbeiðsmarknaðin fataðir, sum um teir bara eru til fortreð. Av tí sama skapast óneyðugir trekleikar fyri óreingiligu broytingargongdini frá gomlum til nýggjar vinnur, dynamikkurin stirnar, og størri orka fer til spillis í konfliktum enn til at gagnnýta vakstrarmøguleikar.
Samstundis økist umskiftiligheitin á einstøku arbeiðsplássunum, og krøvini til fakligar førleikar hjá tí einstaka verða alsamt størri fyri at kunna fylgja við og fasthalda støðu sína á arbeiðsmarknaðinum.
Trýpartasamstarv ikki bara ynskiligt men neyðugt
Lítið og onki hevur verið av samstarvi í skipaðum formi, men ongantíð hevur verið so galið millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og politisku skipanina sum nú. Landsstýri og samgonga spyrja ongan eftir, lóggeva og gera fyriskipanir fyri arbeiðsmarknaðin, uttan at hesin er aktivur viðspælari. Vinnu- og løntakararfeløgini tykjast so tipt, at hagani kemur onki útspæl – ella mótspæl.
Hesi støðu mugu vit burturúr. Havi ongar vónir um tað við sitandi samgongu, men seti mítt álit til partarnar, sum vónandi taka við í nýggjari progressivari stjórn, at fáa hetta trýpartasamstarvið í lag – millum politiskar myndugleikar, vinnu- og løntakarafeløg - sum í øllum hinum norðanlondunum er eitt sterkt, siðbundið, vælskipað og virkið samstarv – ein høvuðstáttur í víðgitna “norðurlendska modellinum”.
Arbeiðsmarknaðardepil fyrsta stigið
Fyrsta stigið til eitt skipað trýpartasamstarv verður at partarnir seta ein arbeiðsmarknaðardepil á stovn, sum
· skal vera krummtappur í samstarvinum og drívmegi til arbeiðsmarknaðarligar nýskipanir,
· skal skipa fyri komandi arbeiðsmarknaðarútbúgvingum og útbúgvingargrunni til neyðugu fíggingina, og
· vera amboð hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum til at skipa fyri og taka ábyrgd av egnum viðurskiftum, m.a. so sentralum skipanum sum ALS, fasta Gerðarrættinum, Barnsburðarskipan, Samhaldsfasta, Frítíðargrunni, Trygdargrunni o.ø.
Arbeiðsmarknaðarútbúgvingar
Eitt átrokandi høvuðsmál er at fáa ein serliga skipan fyri arbeiðsmarknaðarútbúgvingar. Nógv verður røðað og skrivað um útbúgving – men tá verður mestsum bara hugsað um Fróðskaparsetur. Tað er positivt við veksandi fatan av tí ovurstóra týdningi, sum hægri útbúgvingar hava fyri framtíðartrygging av okkara samfelag.
Men tað er eitt veldugt mistak framvegis at ignorera og gloyma tey í stórum túsundatali, ið longu eru á arbeiðsmarknaðinum, tey ófaklærdu, tilkomin, sum ikki hava fingið aðra skúlagongd enn fólkaskúlan. Hetta eru tey, sum altíð verða harðast rakt av rationaliserandi tillagingum og arbeiðsloysi. Tey fáa tað verri við at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum í komandi árum við veksandi krøvum til útbúgving og fakligheit.
Harnæst eru øll tey, sum fyri árum síðani fingu eina útbúgving, men ongantíð havt høvi til at viðlíkahalda og menna gamlar førleikar – tí møguleikarnir fyri regluligari eftirútbúgving ikki eru til staðar.
Útbúgvingargrunnur fyri arbeiðsmarknaðin
Tað, sum manglar, er ein samanhangandi og sentral útbúgvingarskipan fyri arbeiðsmarknaðin – við styttri skeiðum og longri førleikagevandi útbúgvingum.
Tað nyttar tó onki, bara at bjóða fólki, sum eru í vinnu og hava allar dagligar fíggjarligar skyldur, at tey kunna fáa frí at fara aftur í skúla. Treytin fyri, at tað skal virka, er tað eisini verður ein fíggingarskipan, ein útbúgvingargrunnur, sum ikki bara fíggjar skúlagjaldið, men eisini kann gjalda fólki dagpengar, meðan tey eru á skúlabonki. Einstøku arbeiðsplássini kunnu ikki hvør sær fíggja hetta, til tess eru tey ov ymisk til støddar og summi vinnuøki alt ov illa fyri – kanska júst tey, har tørvurin á førleikamennandi útbúgvingum er størstur.
Tí má ein slíkur útbúgvingargrunnur fyri arbeiðsmarknaðin fíggjast á samhaldsfastan hátt, á sama hátt sum t.d. barnsburðarskipanin, við føstum prosentgjaldi av hvørjari lønarkrónu – við einum hóskandi innskoti frá tí almenna.
Norðurlendskar fyrimyndir
Í øllum øðrum norðurlondum eru fyrimyndarligar skipanir við vaksnaútbúgvingum. Serliga hóskandi til okkara viðurskifti tykist skipanin í Íslandi at vera, har
- førleikamenningin av vaksnum er skipað í samstarvið millum landsmyndugleikar og partarnar á arbeiðsmarknaðinum, og
- ein sentralur Arbeiðsmarknaðardepil samansjóðar hetta trýpartasamstarvið, fyriskipar førleikamennandi útbúgvingarnar og fíggingina av teimum.
Familjurættaður arbeiðsmarknaðarpolitikkur
Tað eru serliga barnafamiljurnar, íð hava stórar trupulleikar av einum stirnaðum arbeiðsmarknaði og tilknýttum sosialum skipanum. Í Norðlýsinum t. 27.11.2013 vísir Rakul P. Vang á fleiri dømi um, hvussu trupult tað er at fáa familjulív og arbeiðslív at hanga saman, m.a. hjá kvinnum við skiftandi arbeiðstíðum, við døgnvakt, gerandis- og halgidagar, hjá foreldrum, har annar makin er av landinum til arbeiðis helmingin av árinum, umstøðurnar hjá veksandi tali av støkum uppihaldarum, og so tann veruleikin, at ommur og abbar eru ikki tøk at hjálpa til sum áður. Trupulleikar, íð síggjast aftur í ovurstóra partinum av kvinnum, ið arbeiða niðursetta tíð. Niðurstøðan hjá Rakul er, at: “Føroyar eru í dag ikki innrættaðar til tey ymisku føroysku húsarhaldini. Útvegin síggja vit hvønn dag: fólkið rýmir, arbeiðir niðursetta tíð, koma í ALS, fáa færri børn”.
Konstruktivir útvegir kunnu m.a. finnast í samstarvi millum myndugleikar og arbeiðsmarknaðin um meira fleksiblar og víðkaðar skipanir við tryggari barnaansing.
Sjálvfylgiliga eigur barnsburðarfarloyvið at longjast upp í eitt ár, har bæði foreldur skulu eiga sín lut. Og síðani er tíðin komin eisini í Føroyum til víðkaðar foreldrafarloyvisskipanir, ið svara til tann tørv, ið foreldur við børnum undir og í skúlaaldri á okkara døgum hava.
Eldrapolitiskar arbeiðsmarknaðarskipanir
Vit eru so heppin, at eldra fólkið í Føroyum heldur nógv longri á í arbeiðslívinum, enn aðrastaðni. Hetta er sera gagnligt fyri tann einstaka og einastu nýtiligu ráðini til at lofta demografisku broytingunum, sum fara at gera um seg nógv ár fram í tíðina. Hetta eiga vit at stuðla uppundir við fleksiblum fráfaringarskipanum, sum kunnu gera tað møguligt at vera virkin longst møguligt við lagaligum og líðandi skifti úr arbeiðslívinum.
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Tað er ein mannarættur - eisini hjá fólk við skerdum førleika - at hava ikki bara rætt til men eisini reellar møguleikar at kunna luttaka í øllum samfelagslívi, við hóskandi endurbúgving og føstum tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Nakað er hent, men nógv er bara komið til tos – ikki minst um ta “eini hurðina” í Almannaverkinum. Rúmligur arbeiðsmarknaður verður tó aldrin ein veruligur møguleiki, fyrr enn tað verða partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum í skipaðum samstarvi við myndugleikarnar taka ábyrgdina av hesum uppá seg.
Nýggja arbeiðsumhvørvislóg
Fyri 14 árum síðani fingu vit “nýggja” arbeiðsumhvørvislóg, ið var umseting av gamlari danskari lóg, ið longu har var farin úr gildi. Okkara var sostatt afturútsilgd frá byrjan. Í fjør vóru nakrar dagføringar gjørdar, men tað eru framvegis lappaloysnir í gomlu lógini. Og enn fevnir føroyska lógin ikki um psykiskt ella sálarheilsuligt arbeiðsumhvørvi, m.a. um fremjan av trivna og fyribyrging av strongd, happing og sjikanu á arbeiðsplássinum.
At Arbeiðseftirlitið sparipolitiskt er malið upp í Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, hevur gjørt ilt verri. So eisini her eigur ein endurreisn og uppraðfesting at setast á skránna.
Gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum
Nógv verður tosað um gransking – men eisini á hesum øki tykjast viðurskifti í arbeiðslívinum tíverri ikki at telja við. Her eiga partarnir á arbeiðsmarknaðinum at taka sær um reiggj og fáa gransking í lag at útgreina viðurskifti, ið tykist torskild, men enn standa sum opnir spurningar. M.a. hvussu er føroyska arbeiðsmegin skikkað til at klára verandi og komandi avbjóðingar av førleikakrevjandi starvsligum og tøkniligum umbroytingum? Hvat er tað, sum ger, at eldri føroyingar eru nógv virknari á arbeiðsmarknaðinum enn aðrastaðni? Hvørji viðurskifti kunnu vera atvoldin til, at so óvanliga nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð? O.s.v.
Nýskipanir tiltrongdar
Vóni at góð fólk í fakfeløgum, vinnufeløgum og politiskum flokkum síggja tørvin á tiltrongdum broytingum í teim fyritreytum, sum føroyski arbeiðsmarknaðurin virkar undir. Og at tey finna saman um at seta hesar nýskipanir á skrá og fremja tær, til gagns fyri góðum samljóði millum ríkt arbeiðslív og vinnuligan vøkstur.