Til Kina at verja gullmerki

Marjun Niklasdóttir er 36 ár og er úr Hesti er ítróttarfólk, hon bæði rennur og svimur, og hevur verið til nógvar kappingar


Í september var Marjun til føroyameistarakapping í renning, har hon vann fýra silvurmerki. Hon var eisini við til OL í Írlandi í 2003.
- Tað var ræðuliga stórt, har vóru 80.000 fólk, sigur Marjun.
Í Írlandi vann Marjun tvær kappingar og gjørdist nummar fimm í einari kapping.
- Eg var ovfarin av góða úrslitinum. Eg rann móti rennarum úr bæði USA og Japan, men mínar tíðir vóru eisini góðar.
Marjun skal verja síni gullmerki úr Írlandi í Kina í 2007.
Dagliga arbeiðir Marjun á verkstaðnum Vón. Best dámar henni at arbeiða í køkinum, har hon vaskar upp og ger mat til starvsfólkini. Marjun dámar væl at gera mat, hon hevur eisini gingið á Húsarhaldsskúla í Klaksvík, har hon lærdi nógv um matgerð, serliga væl dámar henni at baka kakur.
Marjun býr á einum sambýli við trimum øðrum.
- Eg trívist sera væl í sambýlinum. Vit, sum búgva saman, finna væl út av tí saman og skiftast um at gera tær húsligu skyldurnar.
Marjun hevur búð í Havn tey síðstu nógvu árini, og er næstan vorðin havnarfólk.
- Eg havi altíð hildið við HB í fótbólti og Neistanum í hondbólti. Men serliga síðan eg bleiv forlovað, eri eg blivin havnarfólk, sigur Marjun.