Til Keypmannahavnar at leita eftir trupulleikum

Helgi Abrahamsen


Høgni Hoydal, fólkatingsmaður hevur verið ein túr í Keypmannahavn, og í tí sambandinum nýtti hann høvið at fara inn á Christiansborg at seta forsætismálaráðharranum ein fyrispurning. Endamálið við spurninginum var enn einaferð at fáa lýst danskar myndugleikar sum skurkar, ið ikki virða føroyingar.

Fyrispurningurin var nóg illa svaraður, so var Høgni í fjølmiðlunum, har hann líkasum royndi at "lýsa málið".

Útvarp Føroya segði soleiðis, mikukvøldið 8. desember: "Hetta er sama søgan umaftur, sigur Høgni Hoydal. Stjórnin leypur føroysku myndugleikarnar um, og setur lógir í gyldi fyri Føroyar, uttan fyrst at spyrja føroyingar."

Men hetta var als ikki tað, sum var sagt í svarinum frá forsætismálaráðharranum, og hetta er heldur ikki í samsvari við veruleikan. Anders Fogh Rasmussen svaraði soleiðis: "Den kundgørelse, som det hedder, der har fundet sted på Færøerne, er sket i overensstemmelse med den gældende ordning og i forståelse med det færøske landsstyre". Hetta sama hevur løgmaður eisini váttað fyri Útvarpinum.

Høgni Hoydal gevur sostatt við vilja skeivar upplýsingar um tað, sum forsætismálaráðharrin segði í svarinum.

Spurningurin til forsætismálaráðharran var ikki settur, tí spyrjarin ynskti at fáa eitt svar, men hann var settur, tí spyrjarin skuldi brúka svarið sum jarnbrot, fyri at sleppa í fjølmiðlarnar við einum boðskapi, sum hann hevði fyrireikað frammanundan. At svarið frá forsætismálaráðharranum als ikki samsvaraði við ætlaða boðskapin, sær út til at hava minni at siga.