Lag: Av øllum teim?
Stinn tú stendur sum gomul eik,
væl fest í fosturlandi,
hetta landi tú aldrin sveik,
í tær livir fedranna andi.
Systkinabarn títt, próst Jákup Dahl
lyfti tann lýsandi loga.
Føroya fólki hann kom á tal,
som mikið hann teim vildi boða.
Úr Toftum vit eru slektaði øll,
frá Rádna bónda tí stinna,
sum saman við Nólsoyar Páll »flutti fjøll«,
á neyðini vildi vinna.
Hannemia, tú líkist svá
bóndans konu, sum fáar,
hon flutti kornið í hjøllum lá,
konubrot eru báðar.
Mikið tú fekst av Skaparans hond
gávur í stórum tali,
hvørt orð, hvønn setning gav lív og ond,
vitug í orðavali.
Ein kempa av sonnum, tú situr her,
einsamøll eftir av øllum,
merkisheilsan eg beri ter,
var stinnast av kvinnum og køllum.
Í Toftalíð søgdu øll, Gumman, góð,
hvørs mansbarn har soleiðis segði,
tú góðlynt var og bleiv aldrin óð,
alt gott í okkum tú legði.
Teim 100 tú nærkast, so mensk tú er,
ei bilar við tínum minni,
hvørt smáting tú minnist, nógv betur enn vit,
nú stákast tú einamest inni.
Gumman, vit takka tær fyri alt,
tað, vit frá tær hava nomið,
tað, tú hevur fyri okkum fortalt,
og alt, sum frá tær er komið.
Roðin í vestri um sólina sær,
Gud signi tær seinastu løtur.
Føðingardagin øll heilsa tær,
Føroyalands synir og døtur.
Hjartaliga tillukku við 98 ára føðingardegnum.
???????????????
Kærar heilsanir
Jákup Olsen