Til Jørgen Niclassen, landsstýrismann

Viðvíkjandi gýtingarøkinum í Vága- og Sandshavinum

Undirritaðu tingmenn vilja við hesum heita á landsstýrismannin um at taka til umhugsunnar at økja um friðaða gýtingarøkið vestanfyri.
Nú fiskurin kemur inn á grunnarnar at gýta, so verður nú eins og undanfarin ár nógv tosað um, at fiskurin ikki fær frið á gýtingarøkinum, og tá serliga í Vágs og Sandshavinum.
Hetta kemur av, at tað friðaða økið ikki dekkar alt gýtingarøkið ella várleiðina.
Undanfarin ár hevur verið stríð ímillum veiðuhættir eins og stríð hevur verið ímillum skipabólkar á nevnda øki.
Tí verður við hesum landsstýrismaðurin biðin um at umhugsa, um ikki nevnda økið átti at verið víðkað soleiðis, at allur várgrunnurin kemur undir friðaða økið.

Á løgtingi 31.01.2002
Eyðun Viderø,
løgtingsmaður

Jóanis Nielsen,
løgtingsmaður