Bjarki Skúvadal
___________
Er tú greiðir um, hvat tú hevur gjørt? Veitst tú, at tú púra hevur oyðilagt gleðina hjá tveimum menniskjum um at hava klár,a eina fyri tey, so sera stóra avbjóðing? Hugsa tær, tey koma hagar fyri nøkrum fáum árum síðani, púra ókunnug við fólk og mál, men settu sær fyri, at gera eitt átak, fyri at gerast ein virðiligur og dugnaligur partur av hesum samfelagnum, og tey megnaðu at læra seg hetta fremmanda, torføra málið og taka læraraprógv uppá mettíð.
Hava tey uppiborið at fáa hesa lortaspannina niður yvir seg? Áttu vit ikki heldur at takka teimum, ja, hildi veitslu fyri teimum og víst teimum, hvussu glað vit eru, at tey vilja og tíma? Vit vestmenningar eru í hvussu er sera ernir av, at tey vilja vera ein partur av okkum. Tú eigur at koma við eini umbering ella sleppa tær úr hesum setrinum tú situr í, tú hevur ikki víst tey sum ein virðiligan umboðsmann fyri okkara land. Í Vestmanna hava vit ikki bara hesi bæði fólkini, tú oyðilegði tann stóra dagin fyri, her eru nógv onnur fólk úr øðrum londum, sum øll gera Vestmanna eitt meira áhugavert stað at búgva í, og sum gera sítt ítartsta fyri at teirra íkast til samfelagið ikki skal liggja eftir. Hvussu heldur tú, tey hava tað nú? Tey kenna seg óynskt! Hvørja ferð okkurt verður sagt, sum kann bendast á tann bógvin, at tey eru óynskt, so koma tíni orð í huga teirra. Heldur tú, tað man vera stuttligt?
Hvussu við tær? Hevur tú ongantíð verið av landinum í skúlaørindum? Ella kennir tú ongan? Ella eigur tú ongan? Er tú ikki trúgvandi maður? Eg havi hoyrt teg tala á møtum! Fanst tú hasar tankarnar í Bíbliuni?