Til Jógvan Ki

á 80 ára degnum.

Várt land hevur fostrað so fáar,
ið íðka so leingi sum tú.
So kvikar, so fimar, so knáar, -
heil áttati verður tú nú.

So lættur á fótum sum fáur,
tú venur hvønn einasta dag.
Í badminton, enn ert tú knáur, -
men tú fært nógv annað í lag.

Í Suðurstreym fjøllini gongur,
har finnur tú sælu og frið.
So spelkin enn er sum ein drongur,
ei tyngja tey áttati.

Á leikvøllum, millum teir bestu,
á landsliði leikti tú við.
Ein fyrimynd fyri teir flestu,
ið settu sær ítrótt sum mið.

Úr Gundadali tú eigur,
mong minni um ítróttarbrøgd.
Teir "Svørt-hvítu" spældi til heiður,
í leiki, tú mettur varð høgt.

Enn hevur tú rætta viljan, -
tú løðir væl upp til hvønn dyst.
Hjá mongum tað ringt er at skilja,
at Jógvan, enn vera vil fyrst !

Vit takka tær fyri tær løtur,
ið vit eiga saman í høll.
Takk fyri - tú slóðaði gøtur,
við mangan ein ítróttarvøll.


Hjartaliga tillukku ynskja
Badmintonvinir !