Tey tevja gull í Vestmanna, og gullrákurin er vorðin alsamt sterkari seinastu vikurnar. Flaggskipið hjá vestmenningum, mansliðið hjá VÍF, er bert tað eina stigið frá meistaraheitinum í hondbólti 2005, og megna vestmenningar at fáa í minsta lagi ein javnleik móti kollfirðingum í Hoyvík í dag, eru teir føroyameistarar, og so verður óivað gulldansur í Vestmanna í kvøld.
Kollfirðingar truplir at rokna út
Tað er tó einki, sum bendir á, at tað verður nøkur løtt uppgáva hjá VÍF at tryggja sær meistaraheitið í dag, tí kollfirðingar hava mangan víst seg at verða sera drúgvir. Hetta mátti júst VÍF eisini ásanna herfyri, tá ið teir vóru rendir um koll av KÍF í Vestmanna. Hinvegin hava avrikini hjá kollfirðingum verið ógvuliga ójøvn, og teir hava verið rættuliga truplir at rokna út í hesum kappingarárinum.
Hetta fer óivað eisini at liggja í huganum hjá nógvum vestmenningum, men hinvegin so skerst ikki burtur, at tað eru teir gulu úr VÍF, sum hava nógv meira at spæla fyri í dystinum í dag, og tað hevur sum oftast stóran týdning.
KÍF hevur framvegis møguleikan at vinna sær heiðursmerkir, men við ósigrinum fyri Kyndli farna leygardag minkaði tann møguleikin munandi.
Tað man tó verða lítið at ivast í, at tað hevði frøtt mangan kollfirðingin, um teir høvdu sett ein kíla í meistaraskapsdreymarnar hjá vestmenningum og syrgt fyri, at gulldansurin hjá VÍF bleiv útsettur í minst eina viku.
Hvussu við silvurinum
Sunnudagin eru so tveir aðrir dystir á skránni í Atlantic Airways kappingini. Í Hoyvík verður aftur dystur, hesaferð verða tað H71 og Kyndil, sum bresta saman. Dystirnir millum hesi bæði lið eru mangan rættuliga baldrutir og rótutir. Seinnu árini hava hoyvíkingar havt rættuliga gott tak á kyndilsmonnum, men hendan gongd tykist nú verða vend, eftir at tað í ár fyri tað mesta hevur verið Kyndil, sum hevur verið omaná, tá ið liðini hava hitst.
Kyndil liggur í løtuni á silvurplássinum, men teir kunnu blíva hóttir, og tað eru fyrst og fremst strandingar, ið kunnu hótta teir. StÍF skal eisini til høvuðsstaðin sunnudagin. Tá skulu teir niðan í høllina á Hálsi, har mótstøðuliðið verður Neistin. Hóast Neistin er botnlið í deildini, so hava teir bláu úr Havn roynst væl í seinastuni, og tað var bert reint óhepni, ið gjørdi, at teir einans fingu ein javnleik, tá ið teir vitjaðu strandingar á Skála herfyri.
So óstøðug sum avrikin hjá teimum flestu liðunum hava verið í ár, er tað ilt at meta um, hvussu tað fer at ganga við heiðursmerkjabýtinum. Vestmenningar fara uttan iva við gullinum, men um tað verður Kyndil, StÍF ella kanska KÍF, sum fer avstað við silvurinum, tað vil tíðin vísa.