Oljuvinnusamstarv
Nýggi ?oljuprovinsurin? í Norðuratlantshavi er umgyrdur av Hetlandi og Føroyum og tað er eyðsæð, at vinnan báðumegin sær møguleikar í framtíðar menning av oljuvinnuni á hesi leið. Oljan úr økinum kemur á land í Hetlandi og Orknoyggjum, meðan flestu veitingarnar til oljuvinnuna annars koma úr Skotlandi.
Hinvegin vilja føroyingar, at veitingar til ojuvinnuna koma úr Føroyum, men hava enn ikki avgjørt, hvar oljan skal flytast í land, um vit finna olju.
Um úrtøkan verður størri í einum samstarvi ber ikki til at siga, men hvørgin parturin missir nakað við at kunna seg um viðurskiftini hjá hvørjum øðrum heldur í hvussu er Oljuvinnufelagið, sum hevur tikið stig til eina ferð fyri føroyingar til Hetlands.
Hetlendingar eru sera áhugaðir fyri føroysku kunningarferðini, og er tað Shetland Island Council, sum tekur ímóti teimum umleið 40 føroysku umboðunum, sum fóru til Hetlands í gjár. Skipað verður fyri seminari, ið lýsir aktuell vinnulig viðurskifti í Hetlandi og møguleikar í oljuvinnuni. Umframt hetlendsku framløguna verða hetlendingar eisini kunnaðir um oljuleiting og oljuvinnu á føroysku leiðini.
Farið varð úr Føroyum mánamorgunin 24. september við flogfari til Hetlands. Fyrrapartin vóru framløgur um Hetlendsk viðurskifti. Seinnapartin varð skipað fyri eini vitjan til Sullom Voe terminalin eins og fyritøkur fáa høvi at hittast.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyingar og hetlendingar stinga høvdini saman um samvinnu á oljuøkinum. M .a. hava nógvar hetlendskar sendinevndir verið í Føroyum og her víst á stóra áhugan í Hetlandi fyri samvinnu í sambandi við oljuleitingina og framleiðslu á Atlantsmótinum.