Fótbóltur
Tað eydnaðist ikki B36 at fáa flutt fyrra dystin móti Fenerbache til at verða spældan á Tórsvølli. Á fundi millum B36 og turkiska felagið í gjár, royndi B36 annars nógv fyri at fáa býtt um uppá dystirnar. Serstakliga tí hetta gav betri fíggjarlig útlit fyri føroyameistarnar.
Men royndirnar vóru til fánýtis. Turkisku umboðini hildu staðiliga fast um, at dystarskráin verður tann sama, sum lutakastið lagaði tað til, og longu nú eru leiðarar og spælarar í ferð við at fyrireika seg til ferðina til Bakgarðin í Helviti, sum heimavøllurin hjá Fenerbache, Sükrü Saraçoglu, ofta verður nevndur.
Dysturin her verður spældur mikudagin, 26. juli klokkan 21 lokala tíð, og returdysturin verður so á Tórsvølli tann 1. august klokkan 19.
Útlendsku spælararnir hjá B36 fóru av landinum longu fríggjamorgunin, tí teir skulu á vitjan hjá donsku ambassaduni fyrst, og restin av hópinum fer so avstað leygardagin. Leygarkvøldið verður roknað við, at spælarar, venjarar og leiðarar eru í Turkalandi, og so eru fýra dagar at fyrireika seg til størstu avbjóðingina, ið flestu av spælarunum nakran tíð hava havt.
42.000 áskoðarar
Og roknast kann við, at B36 kemur at spæla fyri so nógv tí størstu fjøldini, sum nakað føroyskt felag hevur spælt fyri.
Vanliga er fullsett á heimavøllinum hjá Fenerbache, sum tekur 42.928 áskoðarar, og sambært turkisku umboðunum, so verður hetta eisini støðan tann 26. juli.
- Hjá okkum er áskoðaramentanin sera sterk. At hittast á stadion er at rokna sum eitt slag av familjusameining, og tí er altíð fullsett, líkamikið hvør mótstøðan er, segði Yesim Barlas, sum tekur sær av flestu praktisku viðurskiftunum í samband við dystirnar móti B36.
Og tað verða neyvan 42.000 tigandi áskoðarar, sum taka ímóti B36 í Istanbul. Gjøgnum árini hava fleiri av evropisku stórfeløgunum ásannað, at talan er um alt annað enn hugnaligar og gestablíðar umstøður á Sukru Saracoglu, og tað er altso ikki av ongum, at leikvøllurin hevur fingið sítt eyknevni.