Til Heina Gaard, Dimmalætting, viðvíkjandi grein í Dimmalætting um heimleys í Havn

Vónandi verður tílík vánalig skriving steðgað og ongantíð ov skjótt. Eg eri systkinabarn Kristian, ið var ein av teimum, ið bleiv útleveraður á forsíðuni á Dimmalætting fyrr í vikuni?

Eg eri so kókandi óður um hesa skriving, at eg verði noyddur at skriva nøkur orð?
Heini Gaard: »Eitt skalt tú vita, at man útleverar ikki fullar menn á tílíkan hátt, ið tú gjørdi. Menn, sum eru rúsdrekkaávirkaðir, og sum tú brúkar sum »forsíðusøgu« á ein tílíkan hátt, at fólk eru skelkað.
Hvussu skulu teir tora at blíva edrúir aftur, eftir at tú hevur tikið ræðið av monnum, ið ikki hugsa klárt!
Fullstendiga kaldur tekur tú og blakar teir á forsíðuna á Dimmu og útleverar teir bæði við mynd og navni ? Aftan fyri hesar lagnur standa foreldur og systkin, og púra hjálparleys lesa tey grein frá óvitandi og ikki serliga dugnaligum, sokallaðum »blaðmanni«.
Kristian hevur valt at ganga skít í Havn og at sova á Herberginum.
Hann eigur foreldur í Klaksvík og hevur altíð møguleikan at fara inn til tey at búgva. Har hevur hann búð teir seinastu mánaðirnar, áðrenn hann aftur fekk eitt »tørn«. Hevur gingið í skúla við Áir, endurútbúgving, síðan summarferiuna og hevur verið sera glaður fyri hetta og klárað seg væl. Hevur eisini brúkt sína útbúgving sum »fitness instruktør« og vant og lært fólk í einum fitness centri í Klaksvík.
Vón var fyri, at Kristian endiliga skuldi koma á rættkjøl aftur, og hetta »tørnið« ikki bleiv ov drúgt. Vit eru sera kedd um skrivingina, og eg vóni ikki, at henda tankaleysa skrivingin ger, at Kristian ikki »torir« at blíva edrúur aftur.

Neyðugt var at skriva hesar reglur. Deils fyri at forsvara hjálparleysar menn og fyri at vísa mína ónøgd móti tílíkari skriving, ið vónandi ikki endurtekur seg.