Til Heðin Mortensen, borgarstjóra

Finnur Lützen,
Finnur.lutzen@kallnet.fo
_____

Viðvíkjandi skriv j. nr. 2005-1489/4-SG frá Tórshavnar kommunu dagfest 27.6.05 og bræv dagfest juni 2005 frá Jógvani Olsen, røktarleiðara.
27. juni fóru nógv ung fólk í Havn glað til arbeiðis. Teimum varð lovað arbeiði fram til 27. juli, og skuldu tey siga frá, at tey vildu arbeiða alla tíðina, tí fleiri stóðu á bíðilista . Familjurnar innrætta summarið eftir hesum umstøðum. Sjónvarpið gjørdi innslag um hetta í "Degi og Viku" sama dag. Samrøða er við ein av teimum ungu. Alt var tann reini idyllur.
Tey høvdu ikki arbeitt eina viku, so kom bræv heim til teirra. Tey vóru uppsøgd. Grundgevingin var, at so nógv ung sum møguligt skuldu fáa lut í hesum tilboði frá kommununi.
Kommunan visti, áðrenn tey ungu vóru sett í arbeiði, at ein bíðilisti var til staðar, tí annars vildi hon ikki biðið tey ungu um at geva sær boð, um tey vildu arbeiða allan mánaðan.
Tey eru ikki limir í nøkrum felag, sum kann hjálpa teimum í hesari støðu. Tey eru sárbær.
Hetta hugsar kommunan ikki yvir. Hetta er sáttmálabrot.
Hvat læra tey ungu so av hesi viðferð. Tey læra, at tað almenna ger avtalur, sum tað ikki heldur. Tey læra, at tey ungu ikki verða vird. Tey læra, at tað almenna ikki er demokratiskt yvir fyri teimum, men heldur anarkistiskt.
Hvat vil Heðin Mortensen gera. Vil hann, sum demokratiskt valdur persónur, við hægsta vald í Tórshavnar kommunu, yvir fyri hesum ungu, sum høvdu eina skrivliga kontrakt við kommununa, bara lata standa til. Vil hann vísa ungu fólkunum, at Tórshavnar kommuna ikki heldur skrivligar avtalur.
Tey ungu skulu takast í sama álvara, sum allir aðrir borgarar í kommununi!