Til Havnar at síggja babba

Tríggjar mánaðar gamli Andreas Viðbjørg Mohr fór fríggjamorgunin við mammu síni, Elsebeth Mohr, til Havnar at síggja pápa sín. Pápin, Jóhannes Pauli V. Mohr siglir við ferðamannaskipinum, Seabourn Pride, sum kom á Havnina fríggjamorgunin og lá har í seks tímar

- Tað er fantastiskt at síggja tey aftur. Andreas er sera nógv broyttur. Hann er blivin nógv størri, og hann smílist allatíðina. Tað var ikki nakar trupulleiki at fáa samband við hann, so hann minnist meg sikkurt, segði ein ovurfegin Jóhannes Pauli, tá Sosialurin hitti hann og familju hansara á keiini.
Jóhannes Pauli fór avstað tann 17. august. Tá var Andreas tveir mánaðir. Sáttmálin hjá Jóhannes Paula sigur, at hann skal verða umborð í 12 vikur og so 12 vikur heima. Tað vil siga, at hann skuldi verða burtur frá konu og soni í næstan tríggjar mánaðir. Og eitt so lítið barn broytist avbera nógv upp á tríggjar mánaðir.
- Tað var sera ringt at fara frá teimum tá, sigur Jóhannes Pauli, men leggur tó aftur at, at tað er ein góður sáttmáli, hann er undir. Hann samanber sín við sáttmálan hjá onkrum av hinum umborð. Har eru bæði filippinarar, bretar, kanadiar og sviar umframt aðrar tjóðir eisini, sum hava ein sáttmála, sum sigur, at tey skulu verða umborð í seks til átta mánaðir.
- So samanborið við tey, so er tann sáttmálin, sum eg eri undir sera góður, sigur hann.
Nógvir noregs menn eru eisini við skipinum og Jóhannes Pauli siglir undir sama sáttmála, sum teir.
Hann er "reefer ? engineer" umborð. Tað er hann, sum tekur sær av eitt nú hitaanlegginum, frysti- og kølirúmum og skápum og líknandi.
- Eg skal stutt sagt syrgja fyri, at alt og øll umborð hava tað gott ? ikki ov heitt og ikki ov kalt, greiðir hann frá.
Skipið lá, sum sagt, í seks tímar á Havnini, og tann lítla familjan nýtti hetta høvið til at hugna sær og njóta tað góða veðrið í høvuðsstaðnum henda fyrrapartin.
Tað eru 198 ferðafólk við Seabourn Pride hendan túrin. Skipið kann taka upp til 208 ferðafólk.
- Vit fylgja faktiskt sólini, sigur Jóhannes Pauli og leggur tó aftur at, at her er talan um ferðafólk, sum ikki vilja hava tað alt ov heitt. Leiðin úr Føroyum gongur til Íslands og síðani víðari til Canada og so longur suðureftir.