Tá norðmenn og sviar seinasta fríggjadag tóku ta nýggju Svinesund-brúnna í nýtslu, leyp ein maður upp á hjálmin á bilinum, sum tær báðar krúnprinsessurnar, Mette Marit og Victoria, vóru í.
Tað eydnaðist vaktarmonnunum at taka mannin niður av bilinum, men svenska trygdartænastan ætlaði í hvussu er at tryggja sær, at einki skuldi henda Victoriu, tá hon kom aftur til Stockholm. Tí hevði trygdartænastan sent ein serbygdan Mercedes E út í Arlanda-floghavnina eftir krúnprinsessuni, tá honm kom heimaftur. Svenskir fjølmiðlar skriva, at hesin bilurin er serliga sterkt bygdur, og at hann harafturat hevur ymsa trygdarútgerð, sum aðrir bilar av hesum slagnum ikki hava.
Kunningarstjórin hjá Mercedes Benz í Svøríki, Sverker Dahl, vil ikki siga annað, enn at bilurin verjir tey ferðandi ímóti nógvum.