Útiløgufrensur

Nú valið er farið
og einki fekst svarið
um hvør nú skal landinum ráða
so ymiskt tey meta
men øll vilja seta
seg sjálvan í sessin tann háa

Nú øll hava vunnið
og frens hava funnið
sum skal hesar pástandir prógva
í loftmiðlastøðum
eins væl sum í bløðum
grundgevingar fáa vit nógvar

Alt landið jú visti
at samgongan misti
sín meir'luta - skeiðið er runnið -
tað burtur má tigast
tó vil Zacharias
nú halda at hon hevur vunnið