Til Guðruna Sólju

  

Lag: Tvøroyrarsangurin
???????
1. Nú her í Føroyum er ein stórur dagur,
men allarstørst á Tvøroyri hann er.
Hvørein ein føroyingur hann smílist glaður,
tí okur stóra stjørnu eiga her.
At síggja fólkið í tí stóra sali,
tá Guðrun sang ? so vakurt hon seg bar.
Hon sýntist verða heilt í øðrum heimi,
hjá mammu, babba, ommu kanska var.

2. Sjey túsund fólk í Forum vóru saman,
nú »Stjerne for en aften« liðugt var.
So kvirt tað var, har í tí stóra sali,
har spent øll vóru, nú uppteljast skal.
Og tá Natasja kom við blað í hendi,
við nummar trý og tvey hon liðug var.
Tá spenningurin stórur var í Forum,
tí, hvør nú stóra, stóra stjørnan var.

3. Natasja segði nummar eitt var Guðrun.
Øll sjeytúsund úr sessum reistist har.
Tá føroyingar í hundratal við fløggum,
hvør dani hennar sang á vongjum bar.
Nú er hon komin heim til síni kæru,
og tyrlan flutti hana suður her.
Stór mannafjøld var tá her komin saman,
í høllini stór móttøka har er.

4. Nú eiga okur Føroya fyrstu stjørnu,
um landið alt nokk hon at syngja fer.
Í dag er komin aftur heim til landa,
í SMS sín fyrsta sang framber.
Jú, okur eru her øll stolt av henni,
hon okra land ber út í stóru verð.
Má Jesuspápi altíð við tær verða,
tað ynski her alt tvørafólk tær ber.
????????????
T.L.