Í dag hava tónleikararnir í bólkinum DANNY & THE VEETOS sett kós ímóti Grønlandi, har teir fríggjadagin skulu hava konsert í Mentanarhúsinum Katuaq í Nuuk.
Ein av tónleikarunum í DANNY & THE VEETOS fekk umvegis uppihald í Reykjavík samband við fólk í Grønlandi, og á hendan hátt kom avtalan um konsertina í Nuuk í lag.
- Tað verður spennandi at sleppa at spæla konsert í Grønlandi, og tað er stuttligt, at grønlendingar vilja hava ein ókendan bólk haryvir at spæla fyri teimum, sigur Danny Baldursson, sangari í DANNY & THE VEETOS.

Til Grønlands at undirhalda





