Krisfinn Christiansen og Niels Peter Trolle í Havn eiga bátin Fox, sum seinnapartin í dag skuldi leggja frá landi og stevna móti Grønlandi.
Við bátinum eru seks menn, men tá ið teir koma til Grønlands, koma tólv aftrat umborð.
Fox virkar sum móðurskið eini vísindaligari ætlan við at merkja og kanna ísbjarnir. Fólkið, sum kemur aftrat umborð, eru lívfrøðingar og jarðfrøðingar, sum skulu taka blóðroyndir av ísbjarnum, seta gps-ara á tær og kanna, hvussu dálkaðar tær eru.
Niels Petur Trolle sigur, at FOX fekk hesa ppgávuna, tí hann hevur siglt nógv í Grønlandi, hevur eisini siglt innanskers, og tann kunnleikin var treytin fyri at kunna vera við.
Fleirára verkætlan
Fox var fyrstu ferð við í 2009, og avtalan er at halda fram til 2014.
Umborð á Fox eru fimm gummibátar, og tveir smáir skjóttgangandi bátar.
Inni á ymsum firðum verða nakrir lívfrøðingar og jarðfrøðingar settir í land, og Fox fer ao at lggja fyri teym og bíða eftir teimum.
Túrurin í summar varir til hálvan september. Tá kemur Fox aftur til Føroya at gera klárt til at liggja sum hjálparskip hjá boripallum ella vindmyllum á sjónum.










