Góði beiggi, tillukku við stóra degnum. Helt, eftir sum tað ikki ber til at halda dagin saman við tykkum, so at senda tær eina heilsu uppá henda mátan. Stuttligt at vera tætt knýttur at beiggja sínum. Sjálvt um tað eru tjúgu
ár ímillum okkum, og lívið upp á nógvar mátar hevur myndað seg ymiskt
hjá okkum, er bróðurbandið sera sterkt, og er hatta nakað eg virðismeti
ómetaliga høgt. Hjá tær slapp pápi ikki heim aftur úr krígnum fyrr en tú var
sjey, hjá mær doyði mamma, tá eg var átta. Tú gekk tey fyrstu fetini
norðuri á Stongunum, eg úti í Grótinum. Tú endaði á Jørundsgøtu og
eg á Filipsoyggjunum - og álíkavæl - eru vit nær knýttir at hvørjum
øðrum. Trúgvi tað skyldast, at tú hevur duga so væl at havt ein nógv
yngri beiggja. Takk fyri.
Sat og hugsaði um, tá ið eg var smádrongur, og tú vart skipari á Stellu
Karinu, bæði tí fyrru og seinnu. Minnist at vit plagdu at sleppa við,
tá ið tit fóru út á Pollin at rætta kumpass. Havi ofta hugsa hvussu hatta
hevur lýst leiklut tín, sum hin elsti av sysktunum - tú hjálpti okkum at
rætta kumpass.
Hatta hevur verið sjónligt bæði í tí tímilia og andaliga. Í tí
tímiliga hava vit sæð, óansæð hvussu tíðirnar vóru, so læt tú teg
stýra eftir teimum somu meginreglunum. Tað var hvat var skeivt og rætt, sum taldi, ikki hvat var lættast í løtuni. Í tí andaliga hava vit sæð hetta
í greiðu støðu tíni fyri Kristus. Bert ævinleikin fer at opinbera
hvørja ávirkan hetta hevur havt á okkum syktjunum og familjum okkara.
Ein kundi skriva fleiri síður, men tað hevði tú nokk hildi verið í so
amerikanskt, so eg skal gevast her og ynskja tær tillukku við degnum. Cathy
og Ben lata eisini heilsa.
Jógvan Júst.









