Til gongu upp í hæddirnar í Norðoyggjum

Í alt summar verða gonguferðir og stimitúrar runt umkring í Norðoyggjum

 

Nú í summar, ella í juli og august, skipar Kunningarstovan í Norðoyggjum fyri fleiri gonguferðum.

Hesar gonguferðir hava tað til felags, at ætlanin er at fara til gongu upp í hæddirnar, so í summum førum krevst, at tey, sum fara við, eru í hampiligari venjing.


Men, tey, sum ikki eru gongufólk verða ikki við sviðusoð, tí ætlanin er eisini at skipa fyri stimitúrum runt umkring har norðuri.