Ferðaráð Føroya hevur givið ein faldara út, sum lýsir 14 ymsiskar gongutúrar. Undantikið tvær ferðaleiðir, fylgja túrarnir okkara aldargomlu bygdagøtum.
Ferðaráðið hevur lagt kommununum lag á við skeltingini og merkingini av gomlu bygdargøtunum. Hetta er millum annað gjørt við einum vegleiðandi faldara, sum varð sendur út til allar kommunur, kunningarstovur og bygdasøvn sum fyrireiking til hendan fald-aran um gomlu gøturnar.
- Til mikla gleði eru ávísar kommunur nú farnar undir eina miðvísa skelting av bygdagøtum og sum dømi kunnu eitt nú gøturnar Hvalvík-Vestmanna og Lamba-Rituvík nevnast. Her eru allir varðar eftirhugdir og nýggj bygdagøtuskelti bíløgd. Ferða-ráðið hevur áður verið í samstarvi um skelting á bygdagøtum, men verandi arbeiði tekur støði í teirri nýggju sniðhandbókini, sum Tórálvur Weihe, arkitektur gjørdi fyri Ferða-ráðið fyrr í vár, sigur Ferðaráðið í tíðindaskrivi.
Nógvar áhugaverdar søgur eru knýttar at varðagøtunum og í tí sambandi er roynt at knýta ymsar sagnir og aðra áhugaverda upplýsing at túrfrá-greiðingini. Gongufaldarin er tøkur í enskari og danskari útgávu á komandi ferða-vinnuportalinum
www.visit-faroeislands.
com
undir 'Inspiration', har hin nýggji fuglafaldarin eisini er tøkur. Randi Meitil hevur skrivaði tekstin og ReproZ stóð fyri umbróting.
Teksturin er eisini tøkur á føroyskum og verður í næstum tøkur á øllum kunningarstovunum kring landi.